Lýsing
Lýsing

Tríggjar stórar skipsmanningar arbeiðsleysar

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  05.02.2019 - 20:15 Ítrottur Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

Sitandi blóðreyða samgonga sær reytt, um fólk yvirhøvur eftir teirra tykki tjena ov nógv og eiga ov nógv.    

Hetta fáa vit  staðfest dagliga. Seinasta skotið fyri bógvin hjá sjófólki okkara er uppboðssølan  av fiski á Flemish Cap.

Øll fiskivinnukollveltingin endurspeglar grammleikan hjá sitandi samgongu og fiskimálaráðharra  at drena og pumpa pening úr fiskivinnuni. So nógvan pening, at fiskivinnan bara so dánt klárar at svara hvørjum sítt.

Línuflotin hevur havt nógv rakár, men  er nú við at koma fyri seg aftur - væl at merkja uttan fiskivinnunýskipanina hjá Høgna Hoydal og co. Tað nýtir óivað helst fast, at tað  í løtuni gongur best í fiskivinnuni, har samgongan við Høgna Hoydal og co ikki hevur verið inni og forstýrað.

Flemish Cap er  ein kærkomin møguleiki hjá línuskipunum at vinna nakað av hart tiltrongdum  peningi. Men soleiðis skuldi ikki blíva. Grammleikin hjá samgonguni og fiskimálaráðharranum eftir meir peningi kemur enn einaferð  til sjóndar. Sosialistarnir fáa ongantíð nóg mikið av skattaborgarans peningi. Høgir skattir og avgjøld er teirra vørumerki. Ein partur av fiskinum skuldi partú  á uppboðssølu. Upprunaliga var ætlanin, at uppboðssølan skuldi verða afturlatin, men tað bleiv broytt eftir stórum trýsti.

Hetta vísir tó  sera væl muruna í teim blóðreyðu sosialistunum í Tinganesi í dag.  Sum um tað ikki var nokk, so sigur framsøgumaðurin hjá tjóðveldi í fiskimálum haraftrat,  at eitt sindur av takksemi hevði klætt teimum. Hvør skal vísa takksemi til hvønn ?

Sitandi samgonga og fiskivinnunýskipanin hava ongan sum helst heiður av fiskiskapinum á Flemish Cap.

Fiskiskapinum á Flemish kunnu vit takka teimum fyri,  sum hava ligið har og baksast og knossast síðan 1956. Langt burtur heimanífrá og  undir vánaligum umstøðum. Túrarnir kundu vara upp til hálvt ár, tí ofta var vánaligur fiskiskapur.  Nógvir av hesum monnum eru ikki ímillum okkum meir og aðrir merktir og niðurslitnir. Tað er hesum vit skulu vísa takksemi og heiður.

Reiðaríini sendu  línuskipini á Flemish Cap , hóast vánaligan fiskiskap,  men teir høvdu onki val og fóru kanska eisini fyri at varðveita rættindini.   Søguligu rættindini, sum hesir garparnir vunnu okkum við blóð, sveitta og tárum,  skal okkara fiskimálaráðharri nú selja á uppboði, og tað væntar samgongan sær tøkk fyri.  Makan til frekleika skal leitast leingi eftir.

Føroyingar fingu boð um, at frægast  var at gevast við fiskiskapinum á Flemish Cap  í 90-unum og teir aktaðu. Spaniólar og portugisar fiskaðu tó  víðari. Hans Erik, Borðoyarnes og Sigurfari blivu lagdir og 3 stórar skipsmanningar arbeiðsleysar. Ein vinnuligur sorgarleikur og fyri familjurnar, sum høvdu menn við har. Ein sorgarleikur fyri Klaksvík, sum andar og livir av fiskivinnu.   

Fiskiskapurin  hevur nú tikið seg uppaftur, og har hevur  verið rokfiskiskapur. Gud havi lov fyri tað. Tað er nú, at søguligu rættindini koma okkum til góðar. Søguligu rættindini høvdu møguliga verið uppaftur størri, um vit ikki aktaðu áheitanina um at gevast við fiskiskapinum. Men farið er farið.    Vit skulu vísa takksemi til manningarnar á skipunum á Flemish Cap, , sum hava fiskað har síðan 1956. Høgni Hoydal ella Ingolf S. Olsen eiga onga tøkk.

Landskassin fekk góða millión burtur úr uppboðssøluni av fiski á Flemish Cap. Hesa góðu milliónina kundi   landskassin verið fyriuttan. Hetta er dýrt vunnin peningur. Hon hevði gjørt størri gagn hjá reiðaríunum, sum hava  línuskip á Flemish Cap. Men landskassin er ómettiligur undir sosialistiskum stýri. Og vit kunnu vænta okkum meir av sama slag.

Sera  óvirðilig viðferð, sum samgongan vísir okkara sjófólki, sum siglir  fleiri fjórðingar yvir um hav at fiska.


Øll uppboðssøla verður avtikin

Øll uppboðssøla verður avtikin sama dag, sum fólkaflokkurin fær valdið. Fiskivinnan skal ikki trælka undir einum sosialistiskum oki. Nei til sosialismu,. Tað krevur, at fólkið gevur flokkinum valdið.  

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Løgtingslimur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu steðga almennu sentraliseringin…
Manningin á Norðingi Ársins fyrstuhjálpa…
KÍ hevur nógv at arbeiða við í løtuni
Starvs­nevndin í FSF óbroytt
Hvør veit nærri um hetta nátthúsið
Ótroyttiligi Zacharias Hammer aftur aktu…
Steypflogbóltur: Mjølnir, menn, í steypa…
Myndarøð: Búnaðarstevnan 2019
Búnaðarstevnan skotin í gongd
Keðilig úttalilsir
Steypa-flogbóltur: Badminton­høllin, Klak…
Tað besta burturúr báðum íløgunum – aftu…
Brekpolitisk virkisætlan hongur enn í le…
Skála venjarin leggur ikki dent á úrslit…
Drotning Margrethu Barna­garður 40 ár
Bakkafrost: Nýggjur fíggjar­stjóri
Til lukku, Høgni, Hanna og samgongan
Klaksvíkar Talvfelag væl umboðað í Norðu…
Lands­stýrið latið Løgtingi­num lógaruppsk…
Toppstýrt tvíbýtt Tjóðveldi?
Lýsing