Lýsing
Lýsing
F.v.: Álvur Klakk, Palli Ziskason, Oliver Joensen, Jóhann Lützen, John William Joensen, Jóhan Dahl og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Fremst á myndini er okkara blað Norðlýsið og nýggja skotið eldrablaðið Fyndin

Mercedis í mannfólkareypi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.02.2019 - 16:21 Politikkur Tíðindi

Vit á Norðlýsinum fáa tíbetur rættuliga nógvar vitjanir, vit taka fegin ímóti fólki og prátið gongur altíð lystiliga. Í dag vórðu tað bert menn og mannfólkatos, inntil tingkvinnan úr fólkaflokkinum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur lýsti alt rúmið og broytti allan dynamikkin kring borðið

Norðlýsið er ein kunningar- og samskiftisdepil. Vit hava góðar umstøður at taka ímóti fólki, setast niður og tosa um alt ímillum himmal og jorð. Langt borð og altíð nokk av kaffibønum at pressa. 

Jóhan Dahl var vælupplagdur og tosaði í sínum eyðkenda skjóta tempo. Hann hevði nógv uppá hjarta og fortaldi fleiri áhugaverdar søgur. Hann vildi ikki siga um hann fór at stilla upp fyri Sambandsflokkin. 

Annars vórðu nógvar góðar á lofti, Álvur og Oliver fýrdu fleiri fínar av. 

Var lagið gott áðrenn, so gjørdist tað bara enn betur tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur kom framvið. Politisku stikpillararnir fuku yvir borðið - vit eru í einum valárið har bæði løgtings- og fólkatingsval skulu verða. Hetta fer óivað at økja um vitjaninar á Norðlýsinum, sum vikurnar ganga. 

Skalt tú hava fingurin á pulsinum, so er Norðlýsið eitt gott boð at vitja hjá politikarum og fólki annars. 

Okkara alvi Tróndur tók kjansin og avmyndaði øll somul.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu steðga almennu sentraliseringin…
Manningin á Norðingi Ársins fyrstuhjálpa…
KÍ hevur nógv at arbeiða við í løtuni
Starvs­nevndin í FSF óbroytt
Hvør veit nærri um hetta nátthúsið
Ótroyttiligi Zacharias Hammer aftur aktu…
Steypflogbóltur: Mjølnir, menn, í steypa…
Myndarøð: Búnaðarstevnan 2019
Búnaðarstevnan skotin í gongd
Keðilig úttalilsir
Steypa-flogbóltur: Badminton­høllin, Klak…
Tað besta burturúr báðum íløgunum – aftu…
Brekpolitisk virkisætlan hongur enn í le…
Skála venjarin leggur ikki dent á úrslit…
Drotning Margrethu Barna­garður 40 ár
Bakkafrost: Nýggjur fíggjar­stjóri
Til lukku, Høgni, Hanna og samgongan
Klaksvíkar Talvfelag væl umboðað í Norðu…
Lands­stýrið latið Løgtingi­num lógaruppsk…
Toppstýrt tvíbýtt Tjóðveldi?
Lýsing