Lýsing
Høgni Hoydal heldur formansrøðuna á Flokstinginum hjá Tjóðveldi í Klaksvík í 2018. | Mynd: Oliver Joensen

Lagt er upp til stríð í Tjóðveldi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2019 - 08:34 Leiðarin Politikkur

Fyri fáum døgum síðani meldaði Sonja Jógvansdóttir seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag. Hetta fekk beinanvegin reaktiónir, bæði frá Tórbirni Jacobsen, fyrrverandi politikara fyri Tjóðveldi, frá øðrum valfelagi og nú eisini frá tingmanningini. Í gjár noktaði ting- og landsstýrismanningin Sonju at verða upptikna í tingbólkin.

7 av teimum 11 løgtings-, fólkatings- og landsstýrisfólkunum hjá Tjóðveldi vendu tummilin niðureftir, tá tey skuldu taka støðu til, um Sonja Jógvansdóttir kundi takast upp í tingbólkin. Í greining á in.fo segði Eirikur Lindenskov m.a., at tað serliga vóru “sterku kvinnurnar í Havn”, sum ikki ynsktu hana teirra millum.

Lagt er sostatt ikki upp til nakað serliga gott samstarv millum gomlu tjóðveldiskvinnurnar og ta nýggju. Sonja skal tað, sum eftir er av hesum valskeiðnum, sita fyri seg sjálva í tingsalinum og ikki saman við tingbólkinum hjá Tjóðveldi. Stillar Sonja upp, vænta fleiri, at hon trýstir onkra av hinum úr Løgtinginum.

Formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag segði við Norðlýsið, at “øll kunnu melda seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag”, og at “støða verður tikin til tað [uppstilling til komandi løgtingsval, red.] á uppstillingarfundinum”. Hann leggur tó afturat, at semja var í nevndini í Eysturoyar Tjóðveldisfelag um at geva Sonju Jógvansdóttir limaskap, so ivaleyst sleppur hon at stilla upp.

 

Formaðurin í minniluta

Tað er enn ikki greitt, hvussu tey einstøku ting- og landsstýrisfólkini atkvøddu, men eftir Degi og viku at døma var formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, í minnilutanum, sum vildi lata Sonju Jógvansdóttir gerast part av tingmanningini.

Vit gita at Høgni Hoydal, Sirið Stenberg, Ingolf S. Olsen og Katrin Kallsberg fegin vildu hava Sonju í tingbólkin.

Eftir hesa køldu móttøkuna, ella rættari durafjórðingin, í tingbólkinum hjá Tjóðveldi er greitt, at ikki øll eru glað fyri nýggju tjóðveldiskvinnuna. Hvussu hetta fer at ávirka tingarbeiðið hjá flokkinum, bæði hesumegin og hinumegin valið, kann bert tíðin vísa, men nakað gott útgongdsstøði fyri einum góðum samstarvi í flokkinum er hetta ikki.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takk fyri eitt fantastiskt summar
Iacta alea est
Vit hava áræði og dirvi at møta avbjóðin…
KÍ misti stig á Djúpumýri í kvøld
Hetta er nakað vit síggja fram til hvørt…
Kristian Martin: - Hetta er orduliga stu…
Gadus fiskur í heimsflokki
Hanus: Vit standa so leingi sum fólk vil…
Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Havi ikki hoyrt so skapt
Enn ein kvinna á listanum hjá Sjálvstýri…
Anfinn Hansen vann egnikappingina
Einki hent í 35 ár. Hvussu leingi skul…
Sjálvandi skal hjúnabands­lógin broytast…
Hampulig fótbóltslíkindi í kvøld
Hesir bátar/­skip fiskaðu mest í 2018
Hesi vunnu fiski­skappingina
Nógvir og stórir vinningar á Sjómannadeg…
Fiski­kapping og vatnkríggj á í dag
KUNNING UM FERÐSLU Á SJÓMANNA­DEGNUM