Lýsing

Sonja Jógvansdóttir er limur í Tjóðveldi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2019 - 10:03 Politikkur Tíðindi

Mest umtalaði politikarin í Føroyum, hevur lagt eini boð út á sín facebook vanga.

Boðini sum Sonja Jógvansdóttir hevur lagt á sín facebook vanga eru niðanfyri. 

 

SONJA JÓGVANSDÓTTIR: ERI LIMUR Í TJÓÐVELDI

Hóast eg í gjár ikki gjørdist partur av tingmanningini hjá Tjóðveldi, so eri eg framvegis fegin um, at eg gjørdist limur í flokkinum, og tað ætli eg mær framhaldandi at verða.

Nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur tikið væl ímóti mær, og tað eri eg sera takksom fyri.

Tjóðveldið hevur røtur í fakfelagsrørsluni, og grundvirði floksins eru fult í samsvar við tey virði, eg sjálv standi fyri og havi arbeitt fyri. Sum nýggj í Tjóðveldi so eri eg tilvitað um, at eg skal vísa mítt virði, og tað ætli eg so avgjørt at gera.

Síðani eg varð vald á Føroya Løgting, havi eg uttan íhald arbeitt fyri teimum hjartamálum, sum eg varð vald inn á ting fyri. Hetta var millum annað at vera rødd teirra, ið ofta ikki verða hoyrd, bøta um korini hjá teimum veikastu í samfelagum, berjast fyri arbeiðarafjøldini og veita javnrættindi til minnilutabólkar.

Hetta arbeiðið hevur verið bæði gevandi og mennandi, men eisini til tíðir bæði ófriðarligt og krevjandi. Men við tøttum samstarvi við samgonguna eru fleiri hjartamál rokkin, og tað kunnu vit øll vera errin av.

Eg havi hildið allar avtalur, ið gjørdar eru við samgonguna, og annars verið partur av tí, sum samgongan hevur framt. Serliga gott hevur samstarvið verið við leiðsluna í Tjóðveldi, Høgna Hoydal og Sirið Stenberg. Men eisini í Løgtinginum og í tingnevndunum hevur samstarvið við flokkin verið gott og gevandi.

At tingmanningin ikki vilja lima meg í tingbólkin fái eg ikki gjørt nakað við. Tað eg hinvegin kann gera, er framhaldandi at virka fyri, at vit fáa einar Føroyar, har vit taka okkum av hvørjum øðrum við samábyrgd.

Tjóðarfrælsið er óloysiliga knýtt at persónligum frælsi. Tað merkir, at allir borgarar – sama hvør útbúgvingin er, starv, kyn, eyðkenni, frábregði, ella hvørjum slagi ein er av – fáa møguleika at smíða sær eydnuna góða í einum samfelag, sum bæði hevur ábyrgd av sær sjálvum og teimum, sum her búleikast.

Í dag er tingfundur og eg fari til arbeiðis við góðum treysti!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen