Lýsing
Lýsing

Hvar er 1.000 krónuseðilin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.02.2019 - 13:55 Politikkur Tíðindi

Soleiðis spurdi ein pensionistur okkum á Norðlýsinum, nú hann hevur fingið pensiónsgjald tvær ferðir í 2019. Hann hevði sett tølini á eitt skjal, sum sáa iva um pensionistar fáa 1000 krónur meira eftir skatt, sum samgongan hevur givið lyfti um

Ein pensionistur kom á gátt hjá okkum og var ørkymlaður yvir at politisku lyftini ikki sóðust aftur. Hann hevði skrivað tølini niður, har fokus var januar og februar í ár í mun til desember í fjør. Hann segði at samgongan helst ikki helt síni lyftir. 

Pensionisturin býr í Klaksvík saman við konu síni. Tey eru bæði pensionistar. 

Kolonnan á myndini har tølini eru, er útjaldið fyri desember í 2018. Síðani er næsta kolonnan tølini fyri januar 2019 og tann seinast kolonnan er fyri februar 2019. 

Vit hava víst landstýrisskvinnuna hetta dømið. Hon hevði ikki tíð í dag, men skuldi fáa síni fólk at hyggja uppá tølini. 

Norðlýsið vil fegin hoyra frá pensionistum, um hvussu teirra tøl síggja út, tí tað eru ymiskar umstøður fólk eru í. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vit mugu steðga almennu sentraliseringin…
KÍ hevur nógv at arbeiða við í løtuni
Starvs­nevndin í FSF óbroytt
Hvør veit nærri um hetta nátthúsið
Ótroyttiligi Zacharias Hammer aftur aktu…
Steypflogbóltur: Mjølnir, menn, í steypa…
Myndarøð: Búnaðarstevnan 2019
Búnaðarstevnan skotin í gongd
Keðilig úttalilsir
Steypa-flogbóltur: Badminton­høllin, Klak…
Tað besta burturúr báðum íløgunum – aftu…
Brekpolitisk virkisætlan hongur enn í le…
Skála venjarin leggur ikki dent á úrslit…
Drotning Margrethu Barna­garður 40 ár
Bakkafrost: Nýggjur fíggjar­stjóri
Til lukku, Høgni, Hanna og samgongan
Klaksvíkar Talvfelag væl umboðað í Norðu…
Lands­stýrið latið Løgtingi­num lógaruppsk…
Toppstýrt tvíbýtt Tjóðveldi?
Teir vóru úti í nátt
Lýsing