Lýsing

Janus Rein tikið sæti á Løgtingi hesa vikuna

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.02.2019 - 15:57 Politikkur Tíðindaskriv

Janus Rein hevur hesa vikuna sæti á Løgtingi fyri Joen Magnus Rasmussen, sum er farin í stutt tíðar farloyvi.

Janus fekk 273 persónligar atkvøður á løgtingsvalinum í 2015, og gjørdist sostatt nummar 8 á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann er fyrsti eykamaður hjá flokkinum aftaná at Annika Olsen gjørdist borgarstjóri og Joen Magnus Rasmussen tók langtíðarsæti á tingið. 

”Eg ætli mær at brúka møguleikan, nú eg havi sæti á Løgtingi, at senda landsstýrisfólkunum ymsar spurningar sum liggja mær á hjarta” sigur Janus í stuttari viðmerking.

Spurdur hvørji mál hann hugsar um, nevnir hann ymsar feilir, sum hann metir liggja í samfelagnum - sum dømi kann nevnast teir trupuleikar, sum føroysk vinnufeløg hava, tí tey ikki hava møguleika at fáa Nem-id til fyritøkuna. Tað blokerar og diskrimiserar fyritøkurnar rættuliga nógv, tá tær arbeiða á økjum,  sum ikki eru yvirtikin, t.e. donsk virkandi økjum í føroyska samfelagnum.

So leingi tað eru økir í Føroyum, sum ikki eru yvirtikin, sum merkir serdonsk økir sum eru galdandi í  Føroyum, eiga og skulu føroyskar fyritøkur hava somu sømdir og møguleika sigur Janus Rein. ​

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B36
Video: Løgtingsvalið hósdagin tann 7. ju…
Jákup á Borg væntar undirhald
Tobbi mynstrar á Tjóðveldislista­num
Framhald­andi menning av Klaksvík og Norð…
Vælkomin umborð
VEGIR OG TUNLAR = BLEYT VIRÐIR
Ongan ognarskatt
Vælferð
“Hvíla søtt á berjalyngi”
Temadagur við Svend Brinkmann
Ein rørandi og láturfylt løta á kajøkinu…
Stendur á jøvnum millum Mikkjal og Jákup
Fólk fjølgast í Føroyum
Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum h…
Almennur fundur um heilsuverkið - nú og…
Nettoúrslitið hjá Bakkafrost fyri annan…
Olaf Fríðheim stillar upp: - Eg má verja…
Gloymdar útoyggjar
Tøkk - Eiler Juul Samuelsen