Lýsing

BankNordik letur føroyskum lesandi legat til nýggja útbúgving

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  06.02.2019 - 16:29 Mentan Tíðindaskriv

Í august byrjar ein nýggjur studentaflokkur fyri ung í Norðuratlantshavi. Næmingar í norðuratlantiska studentaflokkinum fara komandi trý árini at nema sær studentsútbúgving í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Tey lesandi fara í hesum sambandi at hava útreiðslur til kost, bústað og ferðing millum tey fýra londini.

Í hesum sambandi veitir BankNordik einum føroyskum lesandi í norðuratlantsflokkinum eitt legat á til samans 150.000 kr. – 50.000 kr. um árið í tey trý árini, útbúgvingin varar.

”Vit stuðla norðuratlantiska studentaflokkinum til tess at geva føroyskum ungdómi møguleikan at nema sær hesa fjølbroyttu og øðrvísi studentsútbúgving, sum samstundis loyvir teimum at ferðast og uppliva londini í Norðuratlantshavi. Tað er umráðandi, at vit í Føroyum hava ein ungdóm, sum framhaldandi mennist bæði fakliga og mentanarliga, og hesi menning ynskja vit at vera ein partur av. Tí eru vit fegin um at kunna stuðla einum føroyskum lesandi í at uppliva áhugaverda samstarvið millum studentaskúlar í Norðuratlantshavi, og vónandi kann hetta vera við til at víðka sjónarringin hjá føroyskum ungdómi”, sigur Anja Rein, deildarstjóri í BankNordik.

Til ber at søkja legatið frá BankNordik við at viðfesta legatumsóknina, tá ið umsóknin til útbúgvingina verður send.

Fá meira at vita um legatið frá BankNordik á www.banknordik.fo/ngk ella vitja okkum til opið hús á Miðnámi á Kambsdali í kvøld, mikukvøldið 6. februar kl. 18.00.

 

Les meira um útbúgvingina á www.nordatlantisk.dk.

“Við norðuratlantiska studentaflokkinum royna vit nakað nýtt og spennandi, ið fer at styrkja
norðuratlantiska samstarvið og geva næmingunum serligar náttúruvísindaligar og mentanarligar førleikar.
Næmingar skulu sjálvir rinda fyri vistarhald og ferðing. Tí er vit sera fegin um legatið frá BankNordik”, sigur
Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdal

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takk fyri eitt fantastiskt summar
Iacta alea est
Vit hava áræði og dirvi at møta avbjóðin…
KÍ misti stig á Djúpumýri í kvøld
Hetta er nakað vit síggja fram til hvørt…
Kristian Martin: - Hetta er orduliga stu…
Gadus fiskur í heimsflokki
Hanus: Vit standa so leingi sum fólk vil…
Kristin verður á listanum hjá Sjálvstýri
Havi ikki hoyrt so skapt
Enn ein kvinna á listanum hjá Sjálvstýri…
Anfinn Hansen vann egnikappingina
Einki hent í 35 ár. Hvussu leingi skul…
Sjálvandi skal hjúnabands­lógin broytast…
Hampulig fótbóltslíkindi í kvøld
Hesir bátar/­skip fiskaðu mest í 2018
Hesi vunnu fiski­skappingina
Nógvir og stórir vinningar á Sjómannadeg…
Fiski­kapping og vatnkríggj á í dag
KUNNING UM FERÐSLU Á SJÓMANNA­DEGNUM