Lýsing

Rebekka á danska/íslendska landsliðið!

SKRIVAÐ: Frælsur Ítróttur Føroya  |  07.02.2019 - 21:08 Ítrottur Tíðindi

Sunnudagin verður norðurlendskur landsdystur innandura. Vanliga hevur hetta verið kapping millum Svøríki, Finnland og Noreg, men síðani 2015 hevur eitt fjórða landslið – Danmark/Ísland – eisini verið við.

Kappingin er soleiðis skipað, at hvørt landslið hevur tvey umboð í hvørjari kapping. Danska/íslendska liðið verður úttikið soleiðis at tað er so sterkt sum gjørligt. Danir eru nakað væl sterkari enn íslendingar í frælsum ítrótti, og tí er bert ein íslendingur komin á mansliðið, meðan fimm íslendskar kvinnur eru úttiknar, m.a. stórrennarin Anita Hinriksdóttir, sum verður við á 800 metrum.

Í løtuni liggur Rebekka ovast á danska 2019-styrkilistanum á 1.500 metrum, og hevur Dansk Atletiforbund (DAF) tí spurt Rebekku, um hon er sinnað at umboða Danmark/Ísland á nevnda teini. Tað hevur Rebekka játtað, og í morgin fer Rebekka til Danmarkar, hagani hon leygardagin saman við samlaða danska hópinum ferðast til Oslo, har kappingarnar verða.

Úrslitini hjá Rebekku seinnu tíðina hava skarað framúr, og tí er ikki undarligt, at hon nú gjørdist danskur landsliðsíðkari. Síðani Rebekka vann gull á oyggjaleikunum á 800 m á Gotlandi í 2017, hevur hon tvær ferðir vunnið gull á 1.500 m á stóru stevnuni Pallas Spelen í Malmø, seinast so seint sum fyri 14 døgum síðani. Hon hevur vunnið tvífalt gull á 800 og 1.500 til Stórmót IR í Reykjavík, og hon er í løtuni danmarkarmeistari á 1.500 metrum.

Fyri skjótt 10 árum síðani fekk Rebekka sína fyrstu uppgávu á føroyska A-landsliðnum til oyggjaleikirnar í 2009. Nú í 2019 eru boð eftir henni frá danska A-landsliðnum.

Hetta er ikki árstíðin, har Rebekka rennur skjótast. Tí var hon serliga fegin, tá hon næstseinasta vikuskiftið vann Pallas Spelen við 4.32,77 bert góð trý sekund frá sínum føroyska innandurameti. Mótstøðan sunnudagin verður ein heilt onnur enn Rebekka er von við. Tær allarflestu av hinum hava tíðir, sum eru góð 10 sekund undir føroyska metinum.

Vit kunnu tó vóna, at Rebekka rennur upp til sítt allarbesta. Ger hon tað, verður hon helst væl við allan vegin, og eigur at hava møguleika at basa tí einu finsku kvinnuni og sínum danska liðfelaga Line K. Schultz, sum fyrr hevur umboðað Danmark til EM í U20 og U23 og sum vann NM á 3.000 m fyri U20 í 2014.

Tað verður møguligt hjá okkum her heima at fylgja við beinleiðis. Atletik Live fer at senda, og áhugað kunnu fara inn á HESA SLÓÐINA at hyggja. 1.500 metra renningin hjá kvinnum er sett til 15.15 føroyska tíð. Norðurlandadysturin byrjar annars kl. 13.30, men stangarleypararnir byrja longu kl. 13.00

Frælsur Ítróttur Føroya ynskir Rebekku hjartaliga tillukku við úttøkuni og bestu eydnu við kappingini!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ráðstevna um epilepsi á Hotel Hafnia
Hesum møtir KÍ í hálvfinaluni um løgmans…
Almenn móttøka í Býráðs­húsinum
Flaggdagshald í Klaksvík 25. apríl
Tríggir KÍ leikarar á U19-gentulandsliðn…
Páska­mysing
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Pison landar á Kósini
Landstýris­kvinnan mælir løgtingi­num frá…
Bingju við Borðoyarvík
Aksel: Mín styrki er at samla slíkar ból…
Nøkur minningarorð um: Johan Martin Res…
Apríl, apríl...
Tøkk - Niels í Horni
KÍ satsaði alt og vann í Gundadali
Mentan­arvikan í Runavík sett
Countrykongu­rin spælir til dans á Bátafe…
Fótbólts­veðrið í dag
Mentan­arvikan í Vági: Asnaspark til list…
Tjóðskapur teirra ferðandi í Vága Flogha…