Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindur í kvøld og í nátt. Eftir minkar vindur spakuliga allan morgindagin og sunnudagin. | Mynd: Norrfolket.no

Vikuskiftisveðrið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  08.02.2019 - 12:19 Veðrið Vinna

Hetta vikuskiftið fer ættin at liggja um norðan – kanska eitt sindur eystan fyri norðan fyri tað mesta. Eitt djúpt lágtrýst dregur nógva luft til sín, meðan tað ferðast av leiðunum vestan fyri Skottland og inn í Norðsjógvin og víðari ímóti Svøríki og Finnlandi.

Ferðamynstrið hjá hesum lágtrýsti gevur okkum høgættin í vikuskiftinum. Sunnukvøldið ella mánanátt er lágtrýstið farið so langt eystur um Føroyar, at vindurin fer at minka.

So endurtekur mynstrið seg við at ein hátrýstryggur stingur seg norður ímóti Føroyum – tá er vanliga gott veður, til tað næsta lágtrýstið kemur.

Mánadagin á middegi er lýggjari lágætt aftur.

Tað er kalt í morgun – um 3-4 stig. Hált at koyra – onkrasteðs gellandi gler. Okkurt ferðsluóhapp hevur verið.

Vindurin er ikki nógvur í morgun. Veðurstøðir Landsverks siga frá einum fleyri ella loti – 1 til 3 m/s av høgum eystri.

Vindurin fer at veksa í dag. Á middegi eru ætlandi 5 til 10 av eystri; á nátturða 13 til 18 m/s av landnyrðingi-eystri og á midnátt 18 til 23 m/s.

Hetta fer at vera tann mesti vindurin hesaferð.

Tað fer eisini at regna í dag. Fyrst onkrir ælingar í morgun í støðum kring landið, men seint seinnapartin fer at regna kring alt landið. Í kvøld kann væntast nokkso nógv regn.

Í nátt fer ættin upp ímóti norðuri ella eysthallum norði, og ímóti morgni fer vindurin fer at minka eitt sindur. Í meðan hetta er, fer regnið at minka.

Í morgin verður 13 til 18 m/s av eysturhallum norði, avfall í løtum við regni – møguliga vátakava. Hitin í morgin um 3-5 stig.

Sunnudagin minkar vindurin enn meiri. Á middegi eru 8 til 12 m/s, men sum dagurin gongur, minkar vindurin. Okkurt ælið við regni ella vátakava.

Mánanátt og mánamorgun fer at vera gott veður.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…