Lýsing

Enn eitt álop!

SKRIVAÐ: Bjarni Hammer, tinglimur fyri Javnaðarflokkin  |  08.02.2019 - 16:29 Politikkur Tíðindaskriv

Nú var enn eitt frontalálop sett í verk móti Heilsuskúla Føroya og harvið eisini móti Suðuroynni og útjaðaranum.

Hesa ferð verður Bergunn Kass nýtt sum jarnbrot. Seinast var tað ALS, sum ætlaði at fara undir at útbúgva heilsuhjálparar. Áðrenn ALS var tað Annika Olsen og Tórshavnar kommuna, ið vóru frammi og vildu broyta núverandi skipan.

Hvar kemur hesin illviljin frá? Hví kann Heilsuskúli Føroya ikki fáa frið?

Heilsuskúlin hevur verið virkin síðani aldarskiftið og hevur ment seg til at vera ein viðurkendur og sera væl skipaður heilsuskúli í Norðurlondum.

Nú verður so enn ein roynd gjørd.

Í vikuskiftisgrein í dag staðfestir Bergunn Kass, at Tórshavnar Kommuna arbeiðir miðvíst við at bera eitt uppskot niðan í Mentamálaráðið við eini nýggjari heilsuhjálparaútbúgving, sum skal staðsetast í miðstaðarøkinum. Við hesum verður støðið máað undan Heilsuskúla Føroya, sum “tilvildarliga” er staðsettur í Suðuroynni.

Hví ynskir miðstaðurin at víðka stóru gjáirnar millum miðstað og útjaðara? Hví leggja fótonglar fyri einum væl røktum útbúgvingarstovni, ið hevur verið ein sólskinssøga seinastu mongu árini?

Nú hetta málið er á veg niðan í Mentamálaráðið og inn í landsstýrið vil eg hava greitt svar: Er tað við signing frá leiðsluni í Framsókn, at hetta álopið verður framt? Hvat heldur landstýrismaðurin í mentamálum um, at Tórshavnar kommuna enn einaferð roynir at forkoma hesi sólskinssøgu, sum Heilsuskúli Føroya er? Og fer landstýrismaðurin at góðtaka, at ein “nýggj” heilsuhjálpara-útbúgving verður upprættað?

Tað er undranarvert, at tað áhaldandi verður brúkt so nógv orka uppá at niðurbróta Heilsuskúla Føroya.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ráðstevna um epilepsi á Hotel Hafnia
Hesum møtir KÍ í hálvfinaluni um løgmans…
Almenn móttøka í Býráðs­húsinum
Flaggdagshald í Klaksvík 25. apríl
Tríggir KÍ leikarar á U19-gentulandsliðn…
Páska­mysing
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Pison landar á Kósini
Landstýris­kvinnan mælir løgtingi­num frá…
Bingju við Borðoyarvík
Aksel: Mín styrki er at samla slíkar ból…
Nøkur minningarorð um: Johan Martin Res…
Apríl, apríl...
Tøkk - Niels í Horni
KÍ satsaði alt og vann í Gundadali
Mentan­arvikan í Runavík sett
Countrykongu­rin spælir til dans á Bátafe…
Fótbólts­veðrið í dag
Mentan­arvikan í Vági: Asnaspark til list…
Tjóðskapur teirra ferðandi í Vága Flogha…