Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mikrofonhaldarar í KVF

SKRIVAÐ: Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin  |  09.02.2019 - 06:38 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Í Degi og Viku í kvøld hevði KVF eitt innslag um veiðuna undir Føroyum eftir toski og hýsu, sum var eitt frontalt álop á fiskidagaskipanina sum framvegis er í gildi, nú fiskurin aftur floymir innyvir landgrunnin.

Ein fiskifrøðingur og ein búskaparfrøðingur sluppu uttan ein einasta kritiskan spurning at húðfletta fiskidagaskipanina. Man stendur púra og aldeilis málleysur eftir eitt slíkt innslag við spurninginum, hví í himmalsins navni fingu hesir persónar ongan kritiskan spurning yvirhøvur. 

Er meiningin við at fleirfalda inntøkuna hjá KVF, at færri borandi og kritiskir spurningar skulu verða spurdir? Ella eru summi fólk, summir fakbólkar, friðhalgaðir fyri at skulla svara fyri seg?

Eftir nógv ár við lakum fiskiskapi, er fiskiskapurin blómaður aftur. Hetta segði Osmund Justinussen fyri trimum árum síðani fór at henda. Fá, og serliga ikki fiskifrøðingarnir, trúðu honum. 

Hesin fakbólkur, fiskifrøðingar, eru teir sum á hvørjum ári farna mannaminnið eru komnir við sínum deyðadómi yvir seinasta svimjandi toskin og hýsuna.

Hóskandi kundi kanska verið at spurt teir, hvaðani hesin stóri og feiti toskurin og hýsan ið floymir innyvir grunnarnar nú kemur frá, eftirsum teir í áravís hava prædikað, at onki kemur undan tí at veiðutrýstið er so høgt. Men nei, KVF er mikrofonhaldari burturav. 

Í áravís hevur ein skilamaður innan fiskivinnuna, Eyðun Hansen í Vestmanna, skrivað greinar og spurt Havstovuna útgreinandi og kritiskar spurningar um veiðuna undir Føroyum, hví tekur KVF ikki hendan táttin upp? 

Skal man hava heitið Frøðingur fyri at bera síni sjonarmið fram í alment fíggjaða miðli okkara? Ella er teirra orð vigað og funnið meiri passandi í vekt enn orðini frá teimum sum eru og hava verið í vinnuni?

Er almenni miðil okkara í ferð við at marginalisera alla praktiska vitan og eygleiðingar?

Dagliga hoyra vit sólskinssøgurnar um batnaða botnfiskiskapin undir Føroyum. Kallanes hevði 16000 pund í dag, Kvikk og Sandshavið landaðu 160000 pund í part eftir 10 dagar á sjónum. Stór og feit hýsa og toskur.

Øll fegnast, uttan tey sum vilja fiskidagaskipanini til lívs. Tey hava ein stóran forkláringstrupulleika, nú fiskiskapurin aftur hevur ment seg undir fiskidagaskipanini. Men álikavæl sleppa hesi fólkini snikkaleys, uttan ein einasta kritiskan spurning frá almenna miðli okkara.

Vit skulu halda fast við fiskidagaskipan okkara, og fegnast um at fiskiskapurin er á veg uppaftur. Svimjandi fiskur kann ikki girðast inni og goymast til vit hava brúk fyri at taka hann. Taka vit hann ikki meðan hann er har, er hann burturaftur áðrenn vit hava vent okkum. 

Náttúran er avgerandi, og hon letur seg ikki temja av nøkrum excel-arki.



Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…