Lýsing
Lýsing
Hans í Líðini til høgru á myndini | Mynd: Oliver Joensen

Tað sum er hent nú seinastu 3 árini er beint ímóti tí, sum Havstovan hevur sagt

SKRIVAÐ: Hans í Líðini  |  10.02.2019 - 11:37 Politikkur Vinna

Kanska nakað skjótt at byrja aftur við at gera viðmerkingar til tað sum kemur av havstovuni.

Tað sum er hent nú seinastu 3 árini er beint ímóti tí, sum teir á havstovuni hava sagt. Toskastovnurin var so lítil, at hann neyvan kundu margfalda seg aftur og ongin toskur var til undir Føroyum. Skyldina fyri hetta fekk fiskidagaskipanin, men nú tá toskurin er floymdur (frá smáu troløkjunum) út yvir allan grunnin, mugu menn ikki fiska henda fiskin, tí sum sagt var í gjárkvøldi at so verður tað ein galin endi. Størsti vandi fyri kolapsi í toskastovninum, er at føðin (nebbasildin og krabbadjórini) verða etin upp og tá ferð tann stóri toskurin at eta sítt egna avkom og tað førir við sær at stovnurin kolapsar aftur.

Eg havi sagt tað fyrr at ein húkur er ein húkur og einasta sum er broytt við húkinum í mínari tíð, er at hann hevur fingið eitt eyga, at bregda út í. Og í árunum 1960 til 1990, vóru settir fleirfalda tal av húkum í sjógvin enn í dag. Seinast í 60 unum og upp í 70 ini vóru upp í 56 trolbátar á landleiðini um sumrarnar og somu bátar róðu við línu um veturin, nú eru 6 trolbátar, sum hava einar 140 dagar í part og ein part av árinum fiska teir mest sum bara havtasku. ì eini sending, siga frøðingar, at vit kunnu fara at fiska upp í 40.000 tons av toski á landleiðini, og í næstu sending mugu vit tálma fiskiskapinum, nú nógvur toskur er.

Toskurin er komin aftur undir fiskidagaskipanini og hví skal henda skipan so broytast? jú fiskidagaskipanin regulerar seg sjálva, tá onki er at fáa er sera lítil roynd eftir toski og tá nógvur toskur er at fáa, er størri roynd, hvat er meira náttúrligt enn tað?

Hvussu við Akvariunum nevnt (Føroya Banki), hvat hevur Føroya Banki givið Føroya fólki og landskassanum seinast nógvu árini. Ongin trolari verið á bankanum síðani 1986-87 og Bankin hevur verið stongdur fyri øllum reiðskapi síðani 2008. Hvør hevur ein forkláringstrupuleika her? Sagt verður tó, at har er nógv og stór hýsa, men hon má ikki fiskast ! Hví? tí sagt verður, at so kunnu vit rokna við, at onkur toskur eisini verður fiskaður afturvið.

Hvussu ætla menn so at fiska undir eini kvotaskipan, tá ein ikki kann fiska fleiri fiskasløg á somu setu ella á sama towið? skulu húkarnir merkjast til fiskin, at lesa seg fram til, hvat húk hann ikki má taka, ella hvussu ?

Vit mugu heldur ansa væl eftir, at føðin hjá fiskinum ikki verður uppetin beinanvegin, tí tá verður toskurin ikki verandi her longi, eftir tað er hent.

Ein illfísin leygarmorgun hvar ongin útróðrarbátur er til útróðrar vegna veður og hvussu nógvir slíkir illveðursdagar tálma fiskiskapinum undir Føroyum vetrar hálvárið ? !!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin