Lýsing

Stjørnan komin víðari í steypakappingini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.02.2019 - 18:46 Ítrottur Mentan Tíðindi

Stjørnan spældi ímóti Neistanum í Høllini á Hálsi í Havn í dag í steypakappingini. Hálvleiksstøðan var 15-10 til Stjørnuna. Men fyrstu løtuna í seinna hálvleiki steðgaði góða gongdin hjá Stjørnuni, men so kom liðið aftur í aftur og endaliga úrslitið gjørdi 26-24 til Stjørnuna.

Tóra Eliasen skorðaði 9 mál, Sonja Sirdal 6 mál, Katrin Bertholdsen 4 mál, Kristina Poulsen 3 mál og Monika Jacobsen skoraði 1 mál.

Stjørnan spældi væl í fyrra hálvleiki, koma væl út og megnaði at halda støðuna til hálvleiks. Men so gongur verri fyrst í seinna hálvleiki. Tá 13 minuttir eru farnir er javnleikur 16-16. Tað ganga 5. minuttir áðrenn tær skora fyrsta málið í hesum hávleikinum, og gingnir eru 14. minuttir tá tær skora 2. málið. Neistin mansverjir Minu Sirdal og støðan er 17-17 tá 15 minuttir eru farnir av seinna hálvleiki.

Stjørnan skiftir málmann og tá hendir nakað. Tað er líka sum, at Stjørnan finnur flogið aftur og tá 20 minuttir eru farnir er støðan 21-19 til Stjørnuna. í 28. minutti er vísir máltalvan 24-22 til Stjørnuna, men tá fáa vit eina útvísing. Hetta ávirkar tó ikki so nógv, tí  í 30. minutti skora vit til 25-23 og endaligt skorar Stjørnan til 26-24 og hevur harvið vunnið sær pláss í semifinaluni, har Stjørnan skal møta Kyndli.

Í gjár vunnu gentur 12 í B steypakappingini gull, komu norður við steypi og gull um hálsin. Gentur 14 endaðu í finaluni í B steypakappingini og endaðu sum nr. 2.

So sigast má at rómurin er óførur í Stjørnuleirinum. Tað hevur gingið sera væl í ungu deildunum hjá felagnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eingin hevur spælt við KÍ í Europa kappi…
Fiska frítt upp til 15 tons
Áskoðarar­nir hava avgerðandi týdning
Kaving, frá hjástarvi til nýggja vinnugr…
Eiga at fara undir flogvøll á Glyvursnes…
Bústaðir byggir framhald­andi tríggjar fe…
Jákup B góðan túr undir Føroyum
Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -ski…
Heðin Kambsdal í Galerie Focus
Team Klaksvík hevur sett venjarapar
Fugloyar­renningin 2019
Svangaskarð er klárt til KÍ
Minningarorð um Poul Nolsøe Laksáfoss
Norðsøki hevur rokast undir Íslandi
Poul Nolsøe Laksáfoss er farin
Golfklubbu­rin 30 ár
Ótespiligur lesnaður!
Gott lag í KRF neystinum í kvøld
Móttøka fyri kappróðrarbátunum
Hetta er ein frálík løta