Lýsing
Lýsing
Mynd: kvf.fo

Emil er ein rockstjørna

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri  |  11.02.2019 - 00:03 Lesarabrøv Mentan Tíðindi

- Emil hevur verið ein frálíkur prestur. Tað hoyri eg eisini frá fólki í prestagjaldi hansara. Alt fólkið, sum ynskti at siga honum takk og farvæl í dag, sigur ikki so lítið um hin góða og fjálga hirðan, ið hevur ferðast millum háu fjøllini í norðara partinum av Eysturoy í meiri enn 35 ár

Emil Olsen hevur í nakrar vikur ferðast um í Eiðis prestagjaldi sum ein onnur rockstjørna. Ferðin hevur verið átøk "The never ending tour" hjá Bob Dylan. Hóast hann, frá prædikustólinum á Eiði í dag, tók saman um góð 35 ár sum sóknarprestur, og lat stafettina til ein annan, so fara vit kortini at frætta frá honum í árunum sum koma. Hann verður ferðandi stiftsprestur og vikarierandi sóknarprestur, har ið tørvur verður á hesum.

Sjálvandi skuldi eg sum borgarstjóri í Funningi leggja leiðina norður til Eiðis ídag, men tað taldi kanska líka nógv, at eg havi kent Mílin í nógv ár. Vit eru javnaldrar, kortini føddir í hvør sínum ári, tí gekk hann eitt ár seinri í Hoydølum enn vit 55´arar. Eftir tað hitti eg hann ikki í mong ár, men einaferð fyri nakað nógvum árum síðani høvdu eiðisfólk heitt á meg um at siga nøkur orð á Vaglinum í sambandi við ein eiðisdag - á miðnátt eitt leygarkvøld.

Pastor Bjartalíð hevði sagt mær, at Emil ræddist meg, ikki tí at eg var tjóðveldismaður endiliga, men heldur tí at eg tosaði so hart og var so bondskur í orð og talu (tosingarlagið kemst av eini óvanliga veikari hoyrn.) Røðan var skrivað, men táið eg sá, at Emil var millum teirra í áhoyrarafjøldini, í skýmingini á Vaglinum, og katólska kirkjan júst hevði valt Josef Ratzinger til páva, helt eg fyri, uttanfyri manus, at rómverska kirkjan hevði gjørt tað skeiva valið, og helst komst hetta av tí, at pávakirkjan onki vitsti um hendan hósvíkingin - Vicarium Dei - í Eiðis prestagjaldi. Síðani hava vit spjallað saman, táið høvi hava verið.

Frálíka blaðið "Kirkjutíðindi", sum kom í postkassan fríggjadagin, skrivar 4 blaðsíður um Mílin, skyldmaður hansara Hilmar Jan Hansen er ritari. Har sigur pastorurin, at hann altíð hevur verið hákirkjuligur, og so leggur hann afturat: "Eg havi kanska hug at halla eitt sindur tann katólska vegin."

Tað var sjón fyri søgn í einari fullsettari Eiðis kirkju í dag. Hámessa. Liturgiin serstak í eini evangeliskari-lutherskari kirkju, men stórbær, og mær dámar hetta. Eisini messingina hjá Emil. Onkursvegna verður tú tikin inn í eitt annað univers, har sjefdomptørurin Emil so merkilga væl megnar at orkestrera tí sum skal fyrifarast.

Serliga væl dámdi mær prædikuna, um tað góða og ónda, sum býr í okkum øllum. Haldi at Emil í sínari grand finale enn einaferð ynskti at varpa tað út, at okkara fólkakirkja skal vera so rúmsátt, at her er rúm fyri øllum. Bókstaviliga øllum. Gáttin skal vera so lág, ella ikki eksisterandi, at sjálvt um tú ætlar at fara í kirkju á øllum fýra, eigur tað at bera til. Vit eru ikki sett í heimin til at vera durðavørðar í mun til kristna boðskapin, og boðskapurin eigur at eggja til, at tað góða vinnur á tí ónda.

Emil hevur verið ein frálíkur prestur. Tað hoyri eg eisini frá fólki í prestagjaldi hansara. Alt fólkið, sum ynskti at siga honum takk og farvæl í dag, sigur ikki so lítið um hin góða og fjálga hirðan, ið hevur ferðast millum háu fjøllini í norðara partinum av Eysturoy í meiri enn 35 ár.

Blíðan byr Emil, ivaleyst fara vit at síggja og hoyra teg í døgum, vikum og árum sum koma. Brúk verður altíð fyri einari rødd sum tínari. Eini tolerantari rødd, sum ikki sorterar í syndugu mannamúgvuni - mannarúgvuni 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin