Lýsing
Lýsing
Lýsing

100 dagar til stóra altjóða vinnumessan ATLANTIC FAIR letur upp í Klaksvík

SKRIVAÐ: Atlantic Fair  |  11.02.2019 - 10:45 Tíðindi Vinna

Nú eru bert tríggir mánaðar og 11 dagar til stóra altjóða vinnumessuna, Atlantic Fair í Klaksvík, verður sett.

180 fyritøkur úr meira enn 20 londum verða við á stóru vinnumessuni, sum á hvørjum árið dregur meira enn 4.000 vitjandi.

Vinnan hevur havt nøkur sera góð ár seinastu sjey árini og hetta ávirkara eisini forvantningarnar til Atlantic Fair, sum langt síðani er fullteknað.

Norðlýsið miðlar Atlantic Fair

Líka síðan fyrstu ferð altjóða vinnumessan lat dyrnar upp í Klaksvík í 2011 hava Norðlýsið og Grafia verið fjølmiðlin, sum hevur tikið sær av at miðla messuna.

Í ár verður messan í Klaksvík í døgunum 21. til 23 mai og Norðlýsið og Grafia fara sum “Official Partners to Atlantic Fair 2019” at standa fyri útgávu av messu kataloginum, sum verður latið øllum sum vitjað messuna og messu blaðnum, sum verður borið øllum húskjum í landinum tann 15. mai 2019.

Seinasta freist at fáa lýsingar og annað tilfar í katalogi ella messublaðið er 8. mai 2019 kl. 12:00.

Harafturat bjóðar Norðlýsið seg fram saman við Grafia, at framleiða blað- og katalog lýsingar- á nordlysid.fo og video lýsingar av fyritøkum at brúka á netinum.

 


Norðlýsið; info@nordlysid.fo ella telefon +298 456285

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar