Lýsing

Ætla at endurstovna Klaksvíkar Skíðfelag

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  11.02.2019 - 13:57 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Klaksvíkar Skíðfelag hevði sína virknastu tíð í 70,- , 80-, og fyrst í 90unum. Síðani tá fáðnaði virksemið hjá felagnum so spakuliga burtur, tí tað nú í fleiri ár hevur ligið stilt.

Orsøkin til at virksemið fer minkað so, skal finnast í veðurlagnum.

Hesi seinnu nógvu árini, í veruleikanum heilt síðani seinast í áttatiárunum hevur sera sjálvdan verið liggjandi kavi í Klaksvík.

Tað hevur alt meira og meira verið so, at kavin hevur ligið sera stutt, bert tveir tríggjar dagar, til  hann so hvarv aftur.

Hetta gjørdi, at ilt var hjá felagnum at yvirlivað. Felagið skipaði vanliga fyri skíðkappingum og eisini sleðukappingum fyri børn. Hugmyndin var, at endmálið hjá felagnum skuldi vera at læra børn at standa á skíð.

Men tað var ikki mett at vera heilt vandaleyst at hava ábyrgdina av eini skíðkapping. Í gomlum døvum var tað so, at staði var á skíð av Uppsølum og oman ímóti Spinnarínum og seinni tíðuna bleiv Langubrekka, av Fossum og oman á Hædd mest brúkta skíðbreytin, hóast skíða var nógva aðrastaðni í býnum.

Men skuldi ein skíðkapping fyriskipast oman Langubrekku, so var ein gamal grótgarður á vegnum oman, og í hesum garðinum var eitt smalt portur, ið farast skuldi ígjøgnum. Seinnu árini bleiv hetta opið tó víðkað. Men vandi var, um tú ikki dugdi væl at stýra skíðunum, at tú so kundi endað á garðinum.

Tí var oftað lagt upp fyri soleiðis, at felagið ikki fyriskipaði skíðkappingum fyrr enn kavin hevði ligið í eina viku ella so, soleiðis at børn og ung høvdu havt møguleikan at venja skíðítróttina eftir langan steðg.

Felagið skipaði fyri nógvum aktivitetum gjøgnum árini. Til dømis var eitt árið ein instruktørur í skíðítróttini og vitjaði felagið. Hetta var eitt samband, sum skíðfelagið hevði fingið ígjøgnum Sámal Bláhamar.

Eisini var ein rennistrongur settur upp, av Hædd og niðan á Ástarbreytina. Hetta fekst í lag við einum spæli frá SEV, ið menn stýrdu av hæddina, so gekk ein strongur frá spælinum og niðan í ein blokk uppi á Ástarbreytini og oman aftur, soleiðis at strongurin gekk runt niðan og oman, soleiðis at skíðarar bara kundu halda fast um strongin og soleiðis verða hivaðir niðan.

Í tvey fylgjandi ár, varð eisini skipað fyri skíðferðum til Voss í Noregi. Hetta vóru sera vælumtóktir túrar, sum felagið stóð fyri í 79 og 80.

Men skíðkappingar hava mangan verið fyriskipaðar uttanfyri skíðfelagið annara. í 79 skrivar Norðlýsið um eina skíðkapping av Uppsølum og oman ímóti Spinnarínum, sum Magnus Mikkelsen skipaði fyri.

—-

Stovnandi fundur

Leingið hevur verið tosað um at endurstovna sovnaða felagið. Nú er so avgjørt at gera eina roynd. Fundur verður lýstur at vera á Rygsvegi 3, í hølunum hjá Norðlýsinum, fríggjadagin 15. februar klokkan 17.00 stundisliga.

Fyrireikararnir vóna at væl verður møtt!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ráðstevna um epilepsi á Hotel Hafnia
Hesum møtir KÍ í hálvfinaluni um løgmans…
Almenn móttøka í Býráðs­húsinum
Flaggdagshald í Klaksvík 25. apríl
Tríggir KÍ leikarar á U19-gentulandsliðn…
Páska­mysing
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Pison landar á Kósini
Landstýris­kvinnan mælir løgtingi­num frá…
Bingju við Borðoyarvík
Aksel: Mín styrki er at samla slíkar ból…
Nøkur minningarorð um: Johan Martin Res…
Apríl, apríl...
Tøkk - Niels í Horni
KÍ satsaði alt og vann í Gundadali
Mentan­arvikan í Runavík sett
Countrykongu­rin spælir til dans á Bátafe…
Fótbólts­veðrið í dag
Mentan­arvikan í Vági: Asnaspark til list…
Tjóðskapur teirra ferðandi í Vága Flogha…