Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fløga við Aage Samuelsen sangum á føroyskum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  11.02.2019 - 21:59 Mentan Tíðindaskriv

15 februar kemur út nýggj fløga, við sangum hjá norska sangaranum og prædikumanninum Aage Samuelsen, á føroyskum. Fløgan hevur fingið heiti Handan Stjørnuhav. Tað er Eyðun Jacobsen sum hevur tikið stig til hesa fløgu.

Tónleikurin á fløguni er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC, av sera dugnaligum tónleikarum. Røddirnar eru innsungnar í studionum hjá Erik Biskupstø í Klaksvík. 

 


Tað eru 16 sangir á fløguni, sum vera sungnir av fylgjandi: 

Kvartettin í Betesda - The Gadders - Petur Hans Hansen -

Bill Justinussen - John Kári Jacobsen - Magnus Poulsen -

Oddbjørg Poulsen - Eyðun Jacobsen - Heine Lützen-

Magni Christiansen - Andreas Hvannastein - Janus Jacobsen -

Henny Gerðalíð - Zamar - Terje B Vestergaard - Oasubrøður - 

 


Í samband við fløguútgavuna vera ókeypis útgávukonsertir 15 og 16 februar.

 


Fríggjakvøldið 15 februar kl 20.30 í Oasuni í Hoyvík.

Leygarkvøldið 16 februar kl 21.00 í KÍ Høllini í Klaksvík.

 


Tónleikarar á konsertunum vera:

Beddi Hansen: El gittar

Terje B Vestergaard: Klaver

Erik Biskupstø: Bass

Terje Johannesen: Akk. gittar og mandolin

Arnold Mortensen: Steelgittar

Jákup Gunnarstein Hansen: Trummur

Eyðun Jacobsen: Akk. Gittar.

 

 

 

Eitt sindur um Aage Samuelsen:

 


Norski sangarin Åge Samuelsen, føddur 1915, vaks upp í Norska býnum Skien,

og er kendur í øllum Skandinavia fyri sínar lívsglaðu og evangelisku sangir.

 

Åge vaks upp undir trongum korum, bar upp á sjúku sum barn, og kom ikki at ganga

fyrrenn hann var um 6 ára gamal.

 

Læranin í skúlanum helt fyri, at Åge hevði ikki nakað skil fyri tónleiki, men mamman,

sum skilti og elskaði son sín, troystaði hann og segði: ,,Åge! Tað kemur ein dagur

eftir henda!”.

 

Tá hann var 15 ára gamal, fekk hann ein gittara frá mammuni, sum hevði keypt hann á uppboðssølu. Gittarin kom at gerast hansara trúgvi lívsfylgisveinur, og hetta ljóðførið

kom at føra prógv fyri læraranum og øllum Noregi, at Åge hevði eitt serliga gott

oyra fyri tónleiki.

 

Åge kom út í rúsdrekkamisnýtslu, men í 1944 upplivdi hann eitt andaligt

gjøgnumbrot í lívinum.

 

Hann gjørdist virksamur limur í Hvítusunnurørsluni í Skien, har hann brúkti sínar

gávur sum sangari og sangskrivari

 

Hann skrivaði sangir í hópatali, og gjørdist ein sannur sangevangelistur. Hann gav út hópin

av plátum, og gjørdist ein nógv eftirspurdur sangari í Noregi.

 

Åge Samuelsen doyði í 1987 bara 71 ára gama

 


Her hoyrast brellbitar av fløguni.

 


https://youtu.be/bgbBtUTyGVc

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…