Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lívið er heilagt

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen  |  11.02.2019 - 22:30 Politikkur Tíðindaskriv

Soleiðis segði fyrrverandi føroyski fólkatingslimurin, Johan Nielsen, tá hann varð spurdur um, hví hann hevði atkvøtt móti lógini fyri fríari fosturtøku í Fólkatinginum.

Tað skelkar meg, at Unga Tjóðveldið boðar frá, at tað hevur skund at fáa radikal og progressiv fólk á ting, at avtaka tann mest grundleggjandi menniskjarættin, ið vit øll hava – rættin til lívið!

Hendan rættin hava vit øll – eisini tey í móðurlívinum. Lívið byrjar við gitnað og menningini í móðurlívinum. Tískil er tað als ikki rætt, at geva fólkið møguleika til tess, at velja lívið hjá børnum í móðurlívinum frá.

Hyggið úti á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Har eru ein rúgva av nýbornum børnum. Øll á sín hátt fantastiskir skapningar, ið hava eitt lív fult av møguleikum og avbjóðingum fyri framman. Spyrjið tá tykkum sjálvi henda spurning – áðrenn hesin skapningur kom í heimin, hví skuldi hann/hon ikki eiga fullan rætt til lívið? Hví skuldi hesin nýføddi skapningur verið valdur frá, tí onnur ynskja at spæla Gud, og velja hvørs lagnu hesi børn skulu hava?

Í hesum døgum, har tosað verður um, at øll skulu vera góðtikin og fevnd av samfelagnum, vilja vit leggja út við at umfevna tey allar minstu og veikastu í samfelagnum – tað ófødda barnið.

Vit hava øll rætt til lív. Kvinnur og menn. Ung sum gomul. Frísk og sjúk. Sterk og veik. Fødd og ófødd. Tískil er tað alt avgerandi, at vit halda fast um tann mest grundleggjandi menniskjarættin, ið vit hava. Tí lívið er heilagt.

 

Vegna Huxa,

Beinir Johannesen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…