Lýsing
Nýggja starvsnevndin í KÍ. Tummas Lervig, formaður, vantar á myndini | Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

Tveir nýggir starvsnevndarlimir í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  11.02.2019 - 23:14 Ítrottur Tíðindi

KÍ hevði aðalfund í kvøld.

Umframt at roknskapurin bleiv góðkendur, so var val av starvsnevndarlimum á skránni. Har kann fundurin velja allar starvsnevndarlimirnar uttan formannin, har ein freist er á átta dagar undan fundinum. Einki mótvalevnið kom til Tummas Lervig, sum sostatt bleiv afturvaldur sum formaður. Av hinum starvsnevndarlimunum tók Jórun F. Jacobsen ikki við afturvali. Nýggir starvsnevndarlimir eru Jákup Eydnugarð og Rói Clementsen.

 


Starvsnevndin í KÍ er soleiðis skipað nú:

Formaður: Tummas Lervig

Næstformaður: Rúni Heinesen

Nevndarlimur fyri fíggjarmál: Hilmar Danielsen

Nevndarlimur fyri fótbólti: Margit G. Joensen

Nevndarlimur fyri hølir: Jákup Eydnugarð

Nevndarlimur fyri samskifti: Rói Clementsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ráðstevna um epilepsi á Hotel Hafnia
Hesum møtir KÍ í hálvfinaluni um løgmans…
Almenn móttøka í Býráðs­húsinum
Flaggdagshald í Klaksvík 25. apríl
Tríggir KÍ leikarar á U19-gentulandsliðn…
Páska­mysing
Jákup B góðan túr undir Íslandi
Pison landar á Kósini
Landstýris­kvinnan mælir løgtingi­num frá…
Bingju við Borðoyarvík
Aksel: Mín styrki er at samla slíkar ból…
Nøkur minningarorð um: Johan Martin Res…
Apríl, apríl...
Tøkk - Niels í Horni
KÍ satsaði alt og vann í Gundadali
Mentan­arvikan í Runavík sett
Countrykongu­rin spælir til dans á Bátafe…
Fótbólts­veðrið í dag
Mentan­arvikan í Vági: Asnaspark til list…
Tjóðskapur teirra ferðandi í Vága Flogha…