Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: portal.fo

Føroysk umboðsstova í Jerusalem?

SKRIVAÐ: Svenning av Lofti  |  12.02.2019 - 09:30 Lesarabrøv Politikkur

Tað vóru gleðiligt tíðindi at frætta í fjølmiðlunum, at formaðuri Jenis av Rana á landsfundi  Miðfloksins hevði boðað frá, at uppskot Miðfloksins var at seta føroyska umboðsstovu á stovn í Jerusalem.

Fyri meg, sum havi ferðast í ár so mong, sum ferðaleiðari í Ísrael við so mongum føroyingum, vóru hetta sera kærkomin tíðindi. Eg ivist einki í, at mong onnur í Føroyum gleðast um fráboðan Miðfloksins. Vónandi fer uppskot um umboðsstovuna at fáa góða undirtøku á tingi.

Ísrael er millum fremstu lond heimsins í hátøkni. Fá av tøkniligu framstigum heimsins í dag, sum ikki ísraelar/jødar,beinleiðis hava uppfunnið ella verið við í.

Ísrael er millum fremstu lond heimsins í læknavísindi og granskan av heilivági, ikki minst fyri sjúkur, sum í dag verða roknaðar at verða ógrøðiligar.

Ísrael er millum fremstu landbúnaðarlond í heiminum á tøkniliga økinum, somuleiðis at vinna vatn úr sjógvi, sum Ísrael hevur gjørt í mong ár. Í hesum sambandi kann nevnast, at Ísrael hjálpir grannatjóðini, Jordan við at vinna vatn úr sjógvi at hjálpa teimum innan landbúnaðin, umframt at veita teimum ravmagnsorku. Hetta ger seg serstakliga galdandi við vesturmark Jordans, eystanvert Deyðahavið. Í dag verður talað um, at leggja gassleiðing úr Ísrael til Europa.

Ein føroysk sendistova í Jerusalem hevði óivað verið sera gagnligt fyri føroyskt vinnulív og økt um samhandilin landanna millum, somuleiðis elvt til framstig í Føroyum.

 

  

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar