Lýsing
Lýsing
Lýsing

Várframsýningin 2019

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.02.2019 - 15:47 Mentan Tíðindaskriv

Árliga Várframsýningin, sum Føroysk myndlistafólk skipa fyri, verður í Listasavni Føroya í døgunum 12. apríl - 5. mei 2019. Várframsýningin er sensurerað. Hetta merkir, at ein úrvalsnevnd velur tey verk út, hon metir hava bestu listarligu góðskuna til at verða sýnd fram. Í úrvalsnevndini eru Annika A. Gregoriussen, Birgit Kirke og Rannvá Holm Mortensen.

Yvirskipaði arbeiðssetningurin fyri Várframsýningina tey seinastu árini hevur verið ”Art for Art´s Sake”. Við hesum arbeiðssetningi vil úrvalsnevndin varpa ljós á listarliga úttrykkið hjá einstaka listafólkinum. Rákið seinastu árini hevur annars verið, at listafólk hava skulað skapað innan eitt ávíst evni, og úrvalsnevndini metir, at tað kann tálma listarligu drívmegina hjá einstaka listafólkinum.

Úrvalsnevndin er áhugað í eini breiðari umboðan innan myndlistagreinina á Várframsýningini. Umframt sokallaðu ”vanligu” myndlistina, eggjar úrvalsnevndin fólki, sum t.d. arbeiða við installatión, framførslulist, ljóðlist og videolist, eisini at senda uppskot til metingar inn.

Verk, sum verða latin inn til metingar, skulu ikki vera eldri enn 2 ár. Til ber at lata inn í mesta lagi 10 verk, og tað er líka mikið, hvat slag av tøkni er brúkt. Freistin at lata verk inn er 12. mars 2019 – kl. 18:00. Uppskot av verkum, skulu sendast inn umvegis teldupostadressu. Teldupostadressan er: varframsyning2019@gmail.com

Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri fært tú meira upplýsing um sjálva framsýningina og vegleiðing um, hvussu tú ber teg at, um tú skalt senda verk inn: http://www.mynd.fo/tiindi/varframsyningin-2019

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…