Lýsing
Lýsing

Elsebeth spyr Sirið um ætlanir um "grønari" fiskiflota

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna  |  13.02.2019 - 08:40 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi

"Tað ber neyvan til at hava bæði uppboðssølu, tilfeingisgjøld og ein grønan fiskiflota", Heldur Elsebeth Gunnleigsdóttur í  fyrispurningi sínum á tingi, sum vit almannakunngera her niðanfyri:

Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýrismannviðvíkjandi grønari fiskiflota

1.      Arbeiðir landsstýrið við nakrar ítøkiligari ætlan um, hvussu vit kunnu fáa ein grønari fiskiflota?

2.      Hevur landsstýrismaðurin gjørt sær nakrar tankar um, hvørja ávirkan uppboðssølan og vaksandi tilfeingisgjøldini hava á CO2 útlátið í fiskiflotanum?

3.      Um 4 gomul skip vórðu skift um við 4 nýggj skip, hvussu nógv hevði CO2 útlátið lækkað?

Viðmerkingar:
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av samlaða føroyska CO2 útlátinum. Sostatt er neyðugt, um vit skulu røkka málinum fyri einum grønari Føroyum, at fiskiflotin verður skiftur út við grønari og umhvørvisvinarligari skip. Tað er tó lítið, ið bendir á, at landsstýrið ætlar at gera nakað við málið. Hetta sæst m.a. aftur í lógini um sjófeingi, har samgongan hevur samtykt bæði uppboðssølu og menningarkvotur, fyri ikki at tala um ætlanirnar at hækka tilfeingisgjøldini, og vaksandi óvissuna um fiskiloyvini. Reiðaríini hava ikki møguleikan at gera íløgur í nýggj skip orsakað av fiskivinnunýskipanini. Tað ber neyvan til at hava bæði uppboðssølu, tilfeingisgjøld og ein grønan fiskiflota. Tað letur seg ikki gera. Tí má samgongan velja. Vil hon hava pengar í landskassan, ella raðfestir hon umhvørvið.  


Á Løgtingi 13. februar 2019

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald