Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bogi Bech Jensen er rektari á Glasi | Mynd: kvf.fo

Tórshavn eksponentur fyri dupultfunktiónir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.02.2019 - 20:40 Leiðarin Mentan Tíðindi Vinna

Vent er í holuni. Fyri tjúgu árum síðani var nógv at hoyra úr Havn um “óneyðugar dupultfunktiónir” í útjaðaranum. Klaksvíkar HF-Skeið var púra óneyðugt, tí har var longu eitt á Kambsdali. Og Klaksvíkar Sjúkrahús skuldi niðurleggjast, tí eisini tað var púra óneyðugt.

Tað prátið byrjaði ikki við Norðoyatunlinum, men longu tá Britton’s Pride sigldi. Og eftir drúgvt stríð eydnaðist tað loksins at fáa lívið av føðideildunum í Klaksvík og í Suðuroynni og einans at hava føðideild í Tórshavn, har ein ævigur maktkampur er í gongd. Tann kampurin hevði tó onki at siga, einans plaseringin. Ein funktión í útjaðararanum var ein óneyðug dupultfunktión, óansæð hvussu væl hon virkaði, meðan ein funktión í Tórshavn er neyðug, óansæð hvussu illa hon virkar. Soleiðis ljóðaði pípan tá.

Men sama pípa hevur nú fingið eitt annað ljóð, og Havnin er nú positiv fyri dupultfunktiónum. Í farnu viku skrivaði Bjarni Hammer, tingmaður úr Suðuroy, um, at Tórshavnar Kommuna ætlaði at fáa Mentamálaráðið til at gera ein heilan Heilsuskúla afturat í Havn, tí næmingarnir í Havn ikki tíma til Suðuroyar í skúla. Og í kvøld sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, at ikki færri enn 4 ferðir hevur hann søkt um loyvi at upprætta eina Tøknibreyt í Havn. Hann hevur tó sjálvsagt fingið allar 4 umsóknirnar avvístar, men tykist hvørki at fanga eitt hint ella fýra.  

Hetta bendir ikki serliga góða dømikraft. Hvussu kann man rokna við, at Mentamálaráðið, sum av álvara er í rasshafti av eykarokning omaná eykarokning frá júst Glasi, kann loyva at gera eina dupultfunktión til teir næmingar í Tórshavn, sum hava feilmetti avstandin til Klaksvíkar og tí halda, at hon er ov fjarskotin? Hetta enntá hóast Tøknibreytin í Klaksvík hevur tilknýtt næmingaheim, sum tileinkisger ein bústaðartrupulleika, og Leið 400 hevur 12 dagligar fráferðir úr Klaksvík til Havnar og tað sama hin vegin.

Fyri nøkrum fáum døgum síðani lógu bæði Svínoyggin og Fugloyggin uttan samband við umheimin, tí fyrrverandi borgarstjórin og núverandi samferðslumálaráðharrin av sínum eintingum hevur gjørt av, at 2 ferjur skuldu sigla út í Hest í Tórshavnar Kommunu. Sostatt verður enn ein dupultfunktión stovnsett í miðstaðarøkinum, meðan útjaðarin misti sítt avloysaraskip.

 

Landið má siga stopp!

Her mugu allar góðar kreftir kunna skilja, at hetta ber ikki til. Tórshavn kann ikki blíva við at krevja, samstundis sum restin av landinum liggur í andaleypi. At onki ferjusamband er til útoyggj, meðan tvær ferjur sigla uppá eina lítla oyggj í Tórshavnar Kommunu. At glæsiligir bygningar í Havn verða bygdir fyri yvir 300 milliónir í eykajáttanum, meðan landsvegakervið hevur somu upphædd í eftirsleipi. At vit gera ein eyka Heilsuskúla, tí summi í Havn halda Suðuroy vera ov langt burturi. Ella at vit gera eina eyka Tøknibreyt, tí fólk í Havn enntá ikki kunnu flyta seg hagar, sum tað er landfast.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík