Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrra hálvfinalan mikudagin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.02.2019 - 21:08 Ítrottur Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Fyrra hálvfinalan í steypakappingini hjá kvinnum millum Stjørnuna og Kyndil verður leikt í KÍ-høllini mikudagin kl. 19:00.

Tað vóru tey fægstu sum roknaðu við, at kvinnurnar hjá Stjørnuni fóru at megna at koma víðari í steypakappingini. Men í einum sera spennandi og undirhaldandi dysti móti Neistanum seinasta sunnudag, megnaðu stjørnunakvinnurnar við einum 26-24 sigri at leika seg í hálvfinaluna, har mótstøðuliðið er Kyndil.

Leiktar verða tvær hálvfinalur, ein heima og ein úti, og verður tann fyrra leikt í KÍ-høllini mikudagin kl. 19:00. Lagt er upp til ein spennandi dyst, har meira roynda kyndlaliðið má metast at verða favorittur, men ungu stjørnukvinnurnar, undir leiðslu av Per Klarup og Carsten Andersen, hava ment seg støðugt, og við sigrinum á Neistanum sunnudagin vístu tær, at tær kunnu býta frá sær.

Tað er langt síðani, at ein so avgerandi hondbóltsdystur hevur verið í KÍ-høllini. Stjørnukvinnurnar eru komnar longur í steypakappingini, enn tey flestu høvdu roknað við, so hjá teimum er alt at vinna og onki at tapa.

Norðlýsið hevur loddað dýpið í stjørnulegunið. Bæði leikarar og venjarar eru sera spent uppgávuna, og vóna tey, at viðhaldsfólk teirra møta mannsterkt upp at stuðla teimum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…