Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er serliga tímarnar beint eftir midnátt, at vindurin er nógvur. Sum tað sær út nú (nakað fyri middag), so eru tað frá klokkan 00 til 03, at vindurin er mestur. | Mynd: Kringvarpið

Nógvur vindur í nátt

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  13.02.2019 - 11:18 Tíðindi Veðrið

Vindurin og avfallið í dag kemur av einum lágtrýsti, sum er norðan fyri Ísland.

Ættin í morgun er sunnan – vindferðin sunnanfyri er 10 til 15 m/s; norðanfyri er eitt sindur minni vindur. Tað regnar í morgun, tað fer tað allan fyrrapartin í dag; seinnapartin er turrari.

Tað er seinnapartin, at vindur fer at veksa. Klokkan 18 eru til 13 til 18 m/s, men á midnátt er vindferðin vaksin upp í 18 til 23 m/s. Í støðum verður miðalvindferðin 20 til 25 m/s – t.e. stormur í miðalvindi.

Hvirlurnar sjálvandi væl harðari enn tað.

Ættin fer seinnapartin at sníkja seg úr suðuri ímóti útsynningi. Hetta verður so ættin, meðan tað ringasta veðrið er í kvøld.

Nakrar tímar eftir midnátt fer vindurin at minka. Tað fer at ganga skjótt at minka, og um morgunmatartíð í morgin ári, er vindferðin komin niður í 7 til 12 m/s.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda