Lýsing
Lýsing
Lýsing
Smæran | Mynd: Visit Tórshavn

LÍV kunnar útlendingar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.02.2019 - 15:03 Tíðindaskriv

Leygardagin 16. februar kl. 14 verður Smæran karmur um eitt tiltak fyri útlendingar í Føroyum. Tiltakið er á enskum og endamálið er at kunna um føroysku eftirlønarskipanina, og tær tryggingar, sum kunnu knýtast at einari eftirløn.

Í Føroyum búgva 1488 tilflytarar, sum ikki eru úr Norðanlondum (kelda: Útlendingastovan februar 2019). Hesi koma frá ymiskum londum og frá øðrvísi skipanum enn føroyska eftirlønarskipanin. Tað er ofta trupult hjá útlendingum at fáa eitt greitt yvirlit yvir síni pensjóns- og tryggingarviðuskifti, tí kunningin er altíð á føroyskum.

1. januar 2019 bleiv álagt øllum, sum fáa A-inntøku at gjalda til egna eftirløn. Eisini tey sum fáa almenna veiting og útgjald frá ALS skulu nú í minsta lagi gjalda 5% til egna eftirløn.

Fleiri útlendingar, sum koma til Føroyar, gerast limir í einum føroyskum fakfelag. Feløgini hava ofta góðar eftirlønarskipanir, men tað eru fleiri útlendingar, ið ikki kenna skipanirnar og vita tí ikki hvørja pensjón- ella tryggingar tey hava ella kunnu fáa. Tey vita ofta heldur ikki hvørji rættindi tey hava, um tey t.d. gerast sjúk.

LÍV hevur tikið áheitanina til sín og vil við hesum bjóða øllum útlendingum, sum ynskja at vita meira um pensjón og trygging, til ein áhugaverdan seinnapart í Smæruni.

Skráin er:

  • LÍV fer at greiða frá pensjón, tryggingum og hvussu skipanirnar hjá fakfeløgunum eru
  • TAKS fer at greiða frá hvat lógin sigur um eftirløn, serliga tann partin, sum snýr seg um útlendingar, sum uppihalda seg í Føroyum í eitt styttri ella longri tíðarskeið
  • LÍV fer at greiða frá hvussu eftirlønin verður umsitin og íløgunum hjá LÍV
  • Ábit

LÍV bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin, eisini teimum, ið ikki eru kundar hjá LÍV, men bert ynskja at vita meira um pensjón og tryggingar. Ikki er neyðugt við tilmelding.

Tiltakið er ókeypis.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!