Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rakettirnar av háfjalli í sekstiárunum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.02.2019 - 15:50 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað byrjaði sum spæl hjá smádreingjum. Sum so ofta, so bleiv tað til meira og meira.Tað kann sigast um átakið, tá 14 neyðrakettir vóru sendar av Háfjalli á midnátt 1967.

Børn og ung í 50-unum og 60-unum fingust við nógvar aktivitetir uttandura. Vit smádreingir fingust við mangt og hvat. Sjálvandi var tað tá sum nú, at dreingir ofta royndu at fara út um rammurnar, ið tey eldru royndu at halda okkum innanfyri.

Settu sjálvir markapelarnar

Tá vit á Vágsheygnum og her um kring vóru við Borðoyarvík ella uppi í Hálgadali og háfjalli, ja, tá vóru tað vit sjálvir, ið settu markapelarnar. Har var lítið og onki eftirlit, so har kundu vit finna upp á mangt og hvat.

Tá vit komu upp í móti og í “teen” aldurin, gjørdust vit meira víðgongdir og títt og ofta var farið niðan Hálgadal, har spælt var við skip og flakar í tjørnini. Størru dreingirnir skuldu sjálvandi longur niðan, so tað var mangan at vit fóru niðan á Háfjall og reypaðu okkum av hvussu skjótt vit kundu gera tað og ikki minst, hvussu skjótt vit runnu oman.

Spønir til nýggjársbálið

Tá tað nærkaðist nýggjárinum, tá kom trongd á dreingirnar at byrja at savna okkum um nýggjárshaldið. Kring alla bygdina tendraðu børn og ung bál so mikið ovarlaga, at tað skuldi síggjast í allari bygdini. Her skuldi tilfar til. Tað allar størsta var at savna træspønir til nýggjársbálið. Á Snikkaraverkstaðnum á Vágsheygnum lá væl fyri at fáa spønir undan stóra maskinhøvlinum har. Men tað var ikki altíð at teir hølvaðu so nógv á “Verkstaðnum”. So var loysnin at halda seg framat norðuri á Snikkaraverkstaðnum hjá Kjølbro á Varpinum. Men tað var ikki so ofta at tað eydnaðist okkum at fáa uppí sekkir har, tí har komu dreingir allastaðni frá í bygdini, at fáa sær spønir.

Spønirnar blivu stúvaðar í sekkir og so goymdar í ymiskum kjallarum til nýggjársaftan.

Faklar

Nýggjársbálið var eitt, men sjálvandi skuldi eisini nakað meira henda. Seinast í 50unum var tað so “in” at seta brennandi faklar ymsastaðni í býnum. Vit á Vágsheygnum vildu vera bestir, tí funnu vit uppá at vit skuldu seta faklar líka av toppinum á Háfjalli og oman til bøgarðin, Har Rættargøta í dag liggur.

Hetta var eitt sera stórt projekt. Takast skal við, at “Ástarbreytin” ella uppdyrkingarvegurin niðan Háls var ikki til tá, so skuldu hetta gjøgnumførast, so skuldi alt berast av Vágsheygnum og niðan á toppin á Háfjalli.

Bóru ávegis

Farið var undir tiltakið við góðum treysti. Fyrst var at finna blikk. Tað fingu vit nógva staðni frá. Ikki vóru tey altíð so tespulig eitt nú málingablikkini frá Bedingini. Nakrar dagar frammanundan nýggjársaftan, blivu blikk, olja og tvistur borin ávegis og niðan á Brúnaskarð.

Avgjørt varð, at seinasta strekkið frá Brúnaskarði og niðan á toppin, skuldi gerast sjálvan nýggjárs aftan, so nógv bleiv lagt í “depot” har uppi til tað skuldi berast víðari.

Av Brúnaskarði og oman á bøgarðin

Nýggjársaftan kom og stóra tiltakið varð sett í gongd. Av Brúnaskarði blivu blikk, tvistur klútar og ráolja borin víðari niðan á toppin á Háfjalli. Nakað eftir skýming og so hvørt blikkini blivu sett av toppinum og oman, fylt við ráðolju og tvistklodda ella klút í til veik, so var fest í.

Faklar vóru settir allan vegin av toppinum oman eftir røðini, við eini fjarstøðu uppá einar 30-50 metrar ímillum. Fyrst oman á Brúnaskarð og síðani sik-sak allan vegin oman á bøgarðin, har Rættargøta er í dag (Leivdir av lagaða bøgarðinum síggjast har enn).

Tað var eitt stórt átak og tað riggaði væl. Men arbeiðið var somikið stórt, at hetta bleiv bert gjørt eina ferð.

Nú skuldi nakað henda

Tó, Háfjall stóð har framvegis og lokkaði. Tosað var ímillum dreingir um, at tað hevði sæð flott út, um vit fóru upp á Háfjall nýggjarsaftan á midnátt og sendu rakettir har frá. Vit sóu helst fyri okkum, at tær fóru at síggjast væl tá tær komu av toppinum út yvir bygdina.

Stutt var frá hugsan til gerð. Hvussu vit fingu fatur á rakettum er ein søga fyri seg, men byrjað var við vanligum rakettum.

Hetta var sera spennandi og tað hoyrdist um alla bygdina, at nú fór nakað at henda av toppinum á Háfjalli.

Hvussu nógvar rakettir blivu sendar hesa fyrstu ferðina hava vit ikki fingið uppklára. Hetta er meira enn 60 ár síðani, so tað er ikki bara, at fáa hetta fram aftur úr minninum. Men onkur heldur, at tað vóru tríggjar rakettir sendar fyrstu ferð tað var roynd.

Gekk ikki júst sum ætlað

Men tað bleiv faktiskt eitt skuffilsi. Dreingirnir høvdu ikki rokna við, at rakettirnar fóru so stutt upp. Tá tú stendur beint undir teimum og sendir tær avstað, tá tykjast tær fara til “himmals”. Men av toppinum á Háfjalli er støðan ein onnur. - Hetta sum skuldi upplýsa alla bygdina í alskyns litum, sá bert út, sum um tað datt útav hamrinum har uppi. Tað imponeraði ongan, sum stóð og hugdi niðan og væntaði tað heilt stóra. Eftir hetta var dúgliga prátað um “skipsrakettir”, tær stóru svørtu rakettirnar við fallskýggja.

Kappingin um rúmdina

Fyrst í sekstiárunum berast tíðindi úttan úr heimi um “rakettir” veruligar rakettir. USSR og USA kapprenna um at vinna ovastu rók í kappingini um himmalrúmið og rakettir, sputnikar og annað gott verður sent út í kringrás um jørðina, ja heilt upp á mánan.

Dreingirnir sita sum klistráðir til radiotólið hvørja ferð útvarpið ber tíðindi um nýggjar rakettir frá russum og amerikumonnum.

Hetta hevur við sær at tosað verður ímillum dreingirnar á Vágsheygnum um, at vita um tað ikki fer at bera til at senda rakettir, skal eg siga ómannaðar, av Háfjalli.

Allir vistu vit, at á Uppsalagøtu 31 var holl vitan um slíkt. Tað vóru serliga Helgi Danielsen og eldri bróður hansara, Erik Danielsen, ið fingust við tað, sum vit aðrir hildu nógv um, nevniliga at senda og móttaka uttan úr heimi.

Eitt hugskot

Tað var skjótt at Helgi kom við einum hugskoti. Tað gekk út uppá  at stýra uppskjótingini við eini vekkaraklokku. Hetta hevði lætt munandi um, hildu vit, tí so kundu vit fara niðan á Háfjall um dagin, heldur enn sum áður, at sita og frysta har uppi og bíða eftir klokkuni um midnáttarleitið hvørt gamlaárskvøld.

Tekniska loysnin

Í stuttum gekk tekniska loysnin út uppá, at brúka eina lummalyktaperu. Bróta glasið av henni, men ansa eftir ikki at skaða gløðitráin. Síðani skuldi eitt rør loddast uppá peruna, svávul av tendstikkum fyllast uppí, síðani skuldi tapeast  til og peran skuldi trýstast upp í rakettina, har fjúsið vanliga var. Fjúsið var tikið burtur frammanundan. Síðani var ein leidningur loddaður í peruna og til annan polin á battarínum ið skuldi geva peruni neyðuga streymin, tá hon skuldi festa í krútið á rakettini. Síðani skuldi ein annar leidningur festast úr hinum polinum til oyrað á trekkjaranum á vekkaran. Síðani ein leidningur úr peruni og til ein pinn, ið var stungin upp ígjøgnum holið á trekkjaranum. Men hesin pinnurin mátti sjávandi ikki nerta við trekkjaran. Tá so vekkarin fór at vekka, snaraði trekkjarin og kontakt bleiv ímillum polarnir sum gjørti at eldur kom í svávulin, ið tendraði krútið í rakettini.

Nakað so var prinsippið gjøgnumhugsað. Men sjálvandi, tað skuldi ikki bara ein rakett setast upp, fleiri skuldu sendast upp og bindast í seriu. Tað vísti seg at rigga væl.

Eitt niðurlag

Men sjálvandi vóru avbjóðingar. Vindur og veður, okkurt árið var ikki klúgvandi, og fyrsta árið hetta var roynt, kom toka um toppin júst tá alt bleiv futta av uppi á toppinum, so ongin sá nakað. Eitt stórt niðurlag hjá okkum.

Brúktu fyrst fiskabilgjuna

Men gevast á hondum, tað vildu dreingirnir ikki. Nú mátti høvdið leggjast í blot og okkara sterkasti heili, Helgi Danielsen kom enn eina ferð við loysnini.

Á sín pedagogiska hátt greiddi hann okkum frá, at eitt transistorradio hevði ein útgang til eyka hátalara, og hagani kom streymur út frá battaríunum. Hann segði, at hesin streymur kundi fáa eitt rele at korslutta og at hetta kundi brúkast at tendra streymin til rakettirnar. Síðani kundi fiskabylgjan brúkast, segði Helgi. Hann gjørdi ein sendara, ið kundi senda á fiskabylgjuni har skipini sendu. Hesin skuldi hava støð á Uppsalagøtu 31, í barndómsheiminum hjá Helga, og rakettprojektið við transistorinum kundi standa uppi á Háfjalli. Á midnátt kundi Helgi so senda ein tóna til radio har uppi, sum so tendraði rakettirnar.

Skip kundu seta alt í gongd

Tað var bara eitt men. Tað var, at um okkurt skip kom á bylgjulongdina, sum radioið á Háfjalli lurtaði á, so fór alt í gong har uppi. Tað hevði ikki verið so gott, um hetta hendi á áljósum degi. - Men ráð vóru eisini funnin fyri hesum. Nú kom vekkarin aftur til æru. Hann bleiv hesaferð koblaður til radioið í staðin. Soleiðis at skilja, at vekkarin tendraði radio einar 30 minuttir áðrenn midnátt. Tað var eisini gjøgnumhugsað, at radio tendraði heilar 30 minuttir áðrenn midnátt. Orsøkin var at Helgi vildi hava  hesar minuttirnar til at velja nær hann fór at senda, tí byrjaði at blíva tjúkt har uppi, ja, so kundi hann bara senda rakettirnar upp áðrenn midnátt. Vandi var tá eisini fyri at okkurt skip kom á frequensin í hesum hálva tímanum, men tann vandan valdi hann at taka, tí tá var so tætt til midnátt, at skaðin fór ikki at vera so stórur. Væl gekst.

Bygdi tekniska eind

Seinastu ferð hetta bleiv roynt er í 1967 nýggjársaftan. 16 rakettir vóru settar upp á Háfjalli, 14 av teimum fóru upp til stórt frægd fyri okkum, sum við spenningi stóðu uttanfyri Uppsalagøtu 31 og stardu niðan Háfjall. Tað vísti seg aftaná, at peran var dottin úr tveimum av rakettunum, so tær fóru ongan veg.

At tað gekk so væl hesa seinastu ferð, skal finnast í at Helgi til hetta árið, hevði ment ein kassa, ið hevði alt tekniska tilfarið innbygt. Nú var tað ikki longur fiskabylgjan, ið bleiv brúkt. Nei arbeitt var nú  á tryggari bylgjulongdum. Í kompakt bygda tekniska trækassanum var pláss fyri battaríum, móttakara og eini sera snildisligara bygdari umskiftaraskipan, ið Helgi sjálvur hevði lodda og sett saman av ymiskum, eitt nú einum vanligum ringjapparati, ið fekk skumpa umskiftaran eitt hakk hvørjaferð hann sendi ein tóna av Uppsalagøtu 1. Nú kundu rakettirnar stýrast uttan ampa fyri at onnur komu á frequensin og harafturat kundu tær sendast ein og ein alt eftir hvat hóskaði best.

Ein annarleiðis roynd

Nógv meira kundi verið skrivað um hesa tíðina og um aktivitetirnar gamlaárskvøld. Millum annað var einaferð tosað um, at  veður og vindur kundu fara avstað við rakettunum, serliga um tær skuldu standa leingið uppi á toppinum áðrenn tær vóru sendar upp. Tá varð ein roynd gjørt at gera eitt hylstur av turrmjólk blikkum rundan um rakettirnar við lokið á. Tekniskt var tað gjørt soleiðis, at áðrenn rakettin fór avstað, lætti lokið sær á av hylstrinum, men tað er ein av mongu øðrum søgum um rakettirnar á Háfjalli í 50 og 60unum.

Mureldur?

Ein hending sum teir, ið fóru niðan á Háfjall eisini vóru út fyri var, at luftin ella jørðin var so elektrisk lødd, at fingrar, sendara antennur og annað fór at lýsa grønt. Tað var eitt løgið upplivilsi. Í millum alt sum vit nurtur við og fingrarnar vísti seg grønur eldur ella grønt ljós. Vit merktu tó onki til hita av fyribrigdinum ella til elektriskan streym. Hvat tað var, vit vóru út fyri tað ferðina, hava vit ikki fingið frágreiðing um enn.

Í 1968 bleiv onki gjørt

Vit høvdu gjørt klárt at fara niðan aftur á Háfjall í 1968. Men dagin fyri gamlaárskvøld tað árið, hendi ein syrgilig vanlukka her á Vágsheygnum, tá datt ein maður oman, sum hevði verið í Uppsalahaga og skotið harur og doypi. Tá hildu vit ikki at tað hóskaði at vit fóru í gongd við rakettir dagin eftir. Síðani tá er onki gjørt á Háfjalli í so máta.

Bjarni Danielsen, beiggi Helga sigur frá:

Eg minnist væl rakettirnar á Háfjalli. Sjálvandi var eg mitt uppi í, eg var beiggi Helga, sum var “tekniskur” leiðari fyri ølum sum fyrifórst ímillum dreingirnar á Vágsheygnum. Hóast Helgi bróður var eldri enn eg, so høvdu vit nógv saman.

Bassar og lummalyktaperur

Nú var tað fyri tað mesta hann, sum einsamallur fekst við “tað tekniska”. Men vit aðrir kundu eisini brúkast til eitthvørt. Eg minnist, at vit eitt nú vóru settir at bróta lummalyktaperurnar og eisini settir at fáa nóg mikið av svávuli av svávulpinnunu. Tað vóru vit nú nokk so royndir í. Á nýggjárinum plagdu vit at brúka “boltar” og “lyklar” at halda gang við. Til tað brúktu vit eisini svávul, sum vit fyltu í boltarnar og í skápslyklar, ið vóru opnir innan. Settu síðani ein seym í holið og dukaðu ímóti onkustaðni, soleiðis at tað hoyrdist ein hvøllur brestur.

Gróvu seg gjøgnum ein skalv

Afturat at gera arbeiði við svávlinum, so vóru vit yngru sjálvandi eisini brúktir til at bera ymiskt niðan á Háfjall.

Eg minnist serliga tveir túrar niðan á Háfjall: Tað kom meira enn so fyri, at frost og kavi lógu nýggjársaftan og tá var ikki vandaleyst hjá okkum at fara niðan. Eitt árið fóru vit nakrir, eg minnist Andras Mikkelsen, Martin Eliasen, Helgi bróður og eg sjálvur. Kanska vóru aðrir við eisini. Tá vit komu niðan á Brúnaskarð og niðan til kloyvuna í fyrsta hamri har vit plagdu fara upp, lá ein stórur skalvur har í kloyvuni.

Eg fór ikki upp

Teir ræddust ikki grýlur og byrjaðu at grava seg niðan ígjøgnum skalvin, tað sá ógvusligt út í mínum eygum. Eg tordi ikki at fara upp, so eg vendið oman aftur. Men tá eg var komin oman til varan á Brúnaskarði, helt eg at eg kundi ikki fara longur, tí funnu teir meg ikki tá teir komu oman aftur, so kundi vera at teir blivu bangnir og fóru at leita eftir mær.

Rann runt varan

Veðrið var onki serligt, sera kalt minnist eg og sum altíð vindur á skarðinum. Eg valdi tí at ganga og renna runt varan fyri at halda meg heitan. Minnist at eg var væl ílatin. Soleiðis rann eg runt har til teir komu oman, eftir at hava verið uppi á toppinum við rakett útgerðini.

Mundi fari útav hamrinum

Ein annan túrin var um reppið at eg fór fyri einki. Vit høvdu verið uppi á toppinum og vóru á veg oman aftur. Vit skuldu tvørtur um eina stóra kava fonn, ið lá omanfyri fyrsta hamar.

Tað var eitt sindur kalt í veðrinum, so fonnin var eitt sindur fryst. Skorpa var oman á kavanum. Eg skuldi tí hegla mær spor. Men einaferð tá eg steig til, brotnaði skorpan ikki. Fóturin gleið og eg datt og fór skreiðandi oman eftir fonnini oman ímóti eggini á hamrinum. Ferðin bleiv bara meira og meira, sjálvt um eg royndi at klóra meg fastan. Komin tætt oman at eggini, stendur eitt petti av einum steini upp úr kavanum, og hesin kom beint ímillum beinini á mær og steðgaði mær.

Skalv tá eg kom aftur á slætt

So var at venda sær og klóra seg varliga niðan aftur. Eg minnist hvussu eg fór at ristast, tá eg var komin niðan á slætt. Fór eg útav, so var eg vísur í at fara í at eg sat ikki her í dag.

Vit høvdu leysar teymar til sumt

Eg havi mangan síðani hugsa um, hvat gjørdi at foreldur okkara loyvdu okkum hetta ár um ár, at fara niðan á toppin á Háfjalli nýggjársaftan, ofta í vánaligum veðri og frosti.

Kanska var ein orsøk, at tey vistu ikki hvussu vandamikið hetta var, sigur nú 73 ára gamli Bjarni Danielsen um Háfjalltúrarnar við rakettum nýggjársaftan í 50unum og 60unum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør