Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kann ongin almennur stovnur uttan fyri Havnina fáa frið?

SKRIVAÐ: Steinbjørn O. Jacobsen, Tjóðveldisumboð í Klaksvíkar býráð  |  13.02.2019 - 22:54 Mentan Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Vit mistu føðistovuna til Havnar, tí tað er so stutt úr Klaksvík til Havnar, vit mistu leiðsluna fyri Kl. Sjúkrahús, tí tað er so stutt úr Klaksvík til Havnar, maskinmeistaraútbúgvingin, har norðingar manna sín stóra part av næmingagrundarlagnum, verður bara boðin í Havn, tí tað er so stutt úr Klaksvík til Havnar, men tá tað kemur til tøknibreytina, sum er bygd upp og væl rikin á TSK í Klaksvík, vísir tað seg brádliga, at milliarda íløgurnar í at stytta teinin millum Havnina og Klaksvík einki hevur at siga. Nei, nú hjálpir enntá KvF til at argumentera fyri, at tann tænastan verður ein dupultfunktión við at sentralisera og kopiera hana til Havnar!!

Tøknibreytin er eitt væl virkandi miðnámsskúlatilboð, sum verður boðin út á Tekniska Skúlanum í Klaksvík (TSK), sum í sera góðum og nútímans umstøðum bjóðar hesa útbúgving og góðar gistingarmøguleikar eisini, um tørvur er á tí.

Samstundis bjóðar Glasir alskyns útbúgvingar, sum bara kunnu takast har, og eingin grenjar um tað. Øll eru við uppá, at dupultfunktiónir bæði skulu og kunnu umgangast, nú landið er so væl samanbundið við milliarda íløgum í vegir, brýr, tunlar og undirsjóvartunlar.

Kortini tykist tann miðlafokuseraði stjórin á Glasi ikki at tola, at eitt miðnámsskúlatilboð, sum er bygt upp og ment í Klaksvík, sleppur at verða verandi har í frið, tí sambært sær sjálvum í Degi og Viku týskvøldið hevur hann nú fyri fjórðu ferð søkt Mentamálaráðið um, at Glasir eisini skal dominera tekniska miðnámsøkið við eisini at taka tøknibreytina og kopiera hana úr Klaksvík til Havnar.

Og nú tosar eingin um, at skattaborgarin hevur brúkt og framvegis brúkar milliardir til at stytta teinin millum eitt nú Havnina og Klaksvík, júst fyri at sleppa undan dupultfunktiónum! Nei, nú er tað brádliga blivið longri norðureftir, enn tað er suðureftir.

 

Er einki antitrust-mark fyri makt hjá almennum stjórum?

Hvussu er við hugtakinum antitrust, sum er so nógv brúkt ímóti stórum fyritøkum innan fiskivinnuna? Har verður sagt, at tað er ein hóttan ímóti fólkaræðinum, at fyritøkur verða ov stórar og sterkar, tí harvið fáa tær størri vald og megi at leggja hart trýst á tey, sum fólkið hevur valt at stýra landinum.

Millum annað við hesi grundgeving fingu vit eina fiskivinnulóggávu, hvørs endamál er at skerja stórar fiskivinnufyritøkur (herundir JFK í Klaksvík), tí tað verður sagt, at tað er vandamikið fyri javnvágina í samfelagnum, at ein eind verður ov stór og einaráðandi. Hetta hevur longu havt avleiðingar fyri virksemið í Klaksvík.

Eg havi verið tjóðveldismaður í væl fleiri ár, enn Høgni Hoydal, floksformaður, hevur livað, og tí vænti eg, at núsitandi stjórn lurtar eftir hesi ávaring og áheitan míni.

Er tað ikki júst sama mynstur, vit her eru vitni til á undirvísingarøkinum? Her hava vit ein risastóran undirvísingarstovn, hvørs stjóri, sum bert hevur sitið í nøkur fá ár, púra opið í Degi og Viku fortelur, at hann nú hevur søkt fýra ferðir Mentamálaráðið um at fáa eina dupultfunktión setta á stovn, og líka so ofta hevur hann fingið nei. Sjálvandi hevur hann fingið nei!

Men hann heldur ikki, at tey fólkavaldu skulu stýra. Hann vil hava sín egna vilja ígjøgnum. Tí brúkar hann støddina, styrkina og harvið maktina hjá Glasi til at leggja trýst á tey fólkavaldu, sum nú fýra ferðir hava sagt nei. Hann fer nevniliga til tað alment fíggjaða Kringvarpið, og har fær hann hjálp til at leypa á landsstýrið tann almenna vegin. Tað, sum hann ikki fær tann “rætta” vegin, vil hann nú trýsta seg til umvegis politikk og alment trýst.

Í  hesum sambandi havi eg hug at spyrja, um ikki Kringvarpið átti at ansað sær at lata seg brúka til so einsíðuga miðling til frama fyri at seta á stovn eina dupultfunktión í okkara lítla landi? Ella hugsar KvF veruliga aktivistiskt her? Tað kann ikki passa!

Er tað ikki bara ein eyka, spennandi uppliving fyri ungdómar í Havn at royna seg á einum nútímans og væl virkandi skúla í Klaksvík, sum skjótt fer at liggja í mesta lagi 3 korter frá Havnini? Hvussu lítið kann eitt grundarlag vera fyri at krevja eina dupultfunktión setta á stovn? Eg má siga, at eg øtist og harmist.

Er eingin vandi við at leggja øll eggini í somu kurv í okkara undirvísingarskipan? Hevur stjórin á Glasi ikki longu ríkiligt av makt? Hann sleppur í øllum førum ógvuliga lætt og týtt framat í almennu miðlarásini at krevja meir til sín sjálvan.

Er eingin vandi fyri ov stórari makt til ein ovurstóran stovn her? Og hvør man nú í veruleikanum hava størri vald av hesum:

- Okkara fólkavaldi løgmaður, sum saman við løgtingsformanninum er hægsta embæti í landinum?

- Ella stjórin á Glasi, sum er undir umsitingini í Mentamálaráðnum, sum er undir aðalstjóranum í Mentamálaráðnum, sum er undir landsstýrisfólkinum í mentamálum, sum aftur er undir Føroya løgmanni?

 

Livst, so spyrst!

 

Steinbjørn O. Jacobsen

Tjóðveldisumboð í Klaksvíkar býráð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…