Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sum tá smágentur spæla handil við steinum

SKRIVAÐ: Verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum  |  14.02.2019 - 10:41 Politikkur Tíðindi Vinna

- Tað má ikki vera soleiðis, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum á hvørjum ári skal gera broytingar sum honum lystir, siga, verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum millum annað í drúgvum hoyringssvari til Fiskimálaráðið í sambandi við kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019.

Hjálagt avrit av hoyringsskrivi, sum Verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum hava sent til Fiskimálaráðið í sambandi við broyting í kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019.

 

Hoyringsskriv:

Hin 14. februar í 2019 

 

Viðv.: Kunngerð um broyting í kunngerð um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019: Tygara mál nr. 18/00606-27

Sum tykkum kunnugt, so hava verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum ferð eftir ferð víst á, at skipini eystanfyri ikki hava fingið sama lut í økta tilfeinginum, sum aðrir skipabólkar.

Núverandi kvota er ikki nógv meira enn miðalkvotan, sum hevur verið seinasta 41 árini, og tí meta vit ikki, at tað er rætt, at luta part av kvotuni til uppboðssølu.

Tí er tað hugstoytt, at tilfeingið í Barentshavinum, enn einaferð verður bjóðað út á uppboði – og enntá við broyttum treytum í mun til undanfarin ár. Men hetta koma vit nærri inn á niðanfyri.

 

Opin ella afturlatin uppboðssøla

Í broytingarskrivinum til uppboðssøluna er lagt upp til at gera broytingar í mun til uppboðssøluna, sum var galdandi seinasta ár.

Nú er nýggi leisturin, at 2.312 tons ella 76% av kvotuni, sum verður seld á uppboði í Barentshavinum skal seljast í afturlatnari uppboðssølu, og at rættindahavarin skal rinda ásetta boðið. Hetta er ein vesentlig broyting í mun undanfarna ár.

Í Uppriti frá 31. Mai 2016 frá Fiskimálaráðnum verður greitt frá um marknaðarprís í sambandi við afturlatnu uppboðssøluna. Her verður undirstrikað, at við at lata lægsta eindarprísin áseta prísin, so er tað hesin prísur, sum er marknaðarprísurin – brotið úr uppritinum sæst niðanfyri:

“Tilboðið, sum hevði lægsta eindarprísin av teimum tilboðum, sum komu upp í part, ásetir eindarprísin, sum øll skulu rinda. Á henda hátt rinda øll sama prís - marknaðarprísin - fyri somu vøru. Keyparar, ið hava bjóðað marknaðarprísin ella hægri sigast at hava vunnið uppboðssøluna”.

Í uppriti frá Fiskimálaráðnum frá 3. januar 2019 í sambandi við uppboðssøluna á Flemish Cap, sum eisini var framløgd við at hægsti prísur var galdandi, var eingin – tvs. EINGIN – frágreiðing um, hví marknaðarprísur ikki er marknaðarprísur longur!

Men í viðmerkingunum til núverandi broyting er henda orðing komin inn í viðmerkingarnar:

Broyting í § 12, stk. 4. - Ymiskar afturlatnar uppboðssølur

Ein onnur broyting í mun til undanfarnar uppboðssølur er, at nøkur av stutttíðar rættindunum verða seld á afturlatnari uppboðssølu, har tann, ið letur boð, skal rinda prísin, hann hevur bjóðað. Undanfarin ár hevur lægst vinnandi boðið altíð avgjørt prísin, øll skulu rinda á afturlatnari uppboðssølu. Á opnari uppboðssølu er vanligt at hava ymiskar prísir til allar vinnarar av boðum.

Til nakrar av boðrundunum í 2018 sóu vit, at nakrir av aktørunum bjóðaðu ein sera høgan prís, og at nøgdin, hesir verandi aktørar bjóðaðu, lá beint undir útbodnu nøgdini. Hetta førdi til, at eingin nýggjur aktørur fekk møguleikan at koma upp í part. Fyri at skapa eina meira javnbjóðis kapping verður roynt at forða fyri omanfyristandandi við, at tey, ið lata boð inn, skulu rinda prísin tey bjóða á afturlatnari uppboðssølu eisini.

Orsøkin til, at bert stutttíðar rættindi hava ymiskar prísir er, at prísirnir á hesum rættindum kunnu útjavnast yvir ár, meðan prísirnir fyri langtíðar rættindi eru galdandi upp í 8 ár (sum prosentpartur), og verður mett, at í tí førinum er betur at hava eins prís til allar vinnarar av boðum.

Men framvegis ikki eitt orð um marknaðarprís!

Brotið omanfyri er eisini beinleiðis skeivt. Sagt verður, at eingin nýggjur aktørur fekk møguleika at koma upp í part, men hetta er ikki rætt fyri Barentshavið, tí Thor Fisheries P/F ásetti ein stóran part av prísinum í Barentshavinum – tí nýggi aktørurin kom upp í part.

Einki verður sagt í viðmerkingunum frá Fiskimálaráðnum um, hvussu nógvir nýggir aktørar vóru við í uppboðssøluni, og tí er tað ringt ella ómøguligt at fyrihalda seg til hesar upplýsingar.

Og tað, at eingin av hesum nýggju aktørunum var innanfyri minstaprís, vísir eisini, at hesir eru undir tann marknaðarprís, sum Fiskamálaráðið grundgevur fyri í skrivi sínum frá 31. mai frá 2016, sum er siterað fyrr í hesum skrivi.

 

Líka løn fyri líka arbeiði

Eitt av aðalmálunum í dagsins samfelag og hjá sitandi samgongu hevur verið, at lata líka løn fyri líka arbeiði fyri bæði kyn, men við nýggja leistinum fyri uppboðssølu, sum landsstýrismaðurin skjýtur upp, verður hetta ikki galdandi.

Uppskotið viðførur harumframt, at ein ikki fær líka løn fyri líka arbeiði fyri sama kyn.

Hetta tí, at nýggi leisturin fyri afturlatnu uppboðssøluna ger, at prísurin sum einstøku skipini rinda fyri fiskin er ymiskur, og tí kemur tað at henda, at tað verður maðurin á dekkinum, sum í størsta mun verður straffaður, um hesin er við einum skipi, sum hevur bjóðað hægsta prísin – skipini koma at fiska lið um lið, men manningarpartur verður ikki roknaður út á sama grundarlagi.

 

Uppboðssøla skal vera opin

Vit vilja tí staðiliga mæla til, at somu uppboðssølutreytir verða galdandi fyri afturlatnu uppboðssøluna sum undanfarin ár.

Vit skulu tó ikki dylja fyri, at best hevði verið, um nevnda uppboðssøla varð avtikin, men við tað, at Føroya Løgting hevur samtykt, at uppboðssøla skal vera, so mugu vit sjálvandi fyrihalda okkum til hetta.

Men tað má ikki vera soleiðis, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum á hvørjum ári skal gera broytingar sum honum lystir, ella sum Páll Gregersen so væl segði tað, “sum tá smágentur spæla handil við steinum”.

Um politiski viljin framvegis er, at uppboðssøla skal vera, so vilja vit mæla til, at henda verður opin, og á sama hátt, sum hon hevur verið mongu seinastu árini á Fiskamarknaði Føroya, har ein veit hvørjum ein bjóðar ímóti, og alt er alment á einari almennari uppboðssølu, soleiðis at fiskimálaráharrin og núverandi samgonga kunnu liva upp til orðini um treytaleyst nærlagni, klokkuklárar mannagongdir, rættartrygd og fult gjøgnumskygni.

Tað sær út til, at endamálið við uppboðssøluni í Barentshavinum er at taka rættindini frá teimum, sum hava fiskað í Barentshavinum í skjótt 100 ár.

Er hetta veruliga so, so er betur at kalla ein spaka fyri ein spaka, og taka hesi rættindi, og ikki royna at gera øll møgulig krumspring fyri at fáa fatur á hesum, og á tann hátt skapa ótrygg viðurskifti og livilíkindi fyri manningarnar og eigarar á hesum skipum.

Men sum undirstrikað fleiri ferðir:
- Skal uppboðssøla vera - latið so alt verða selt á opnari uppboðssølu

Vit skulu upplýsa, at vit altíð eru tilreiðar at koma á fund við Fiskimálaráðið og landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri at greiða nærri frá okkara sjónarmiðum, sum eru nevnd frammanfyri.

 

Vinalig heilsan

Verksmiðjutrolararnir í Barentshavinum

 

P/F Enniberg

P/F Akraberg

P/F J.F.K. Trol

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…