Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Symfoniorkestur framførir Níggjundu Symfoni eftir Ludvig van Beethoven

SKRIVAÐ: Alex Sólstein  |  14.02.2019 - 12:00 Mentan Tíðindi

- leygardagin 16. Februar í Norðurlandahúsinum. Alex Sólstein skrivar nakara hugleiðingar um verkið

Seinast í fjørutiárunum gekk eg á studentaskúla í Havn. Eg  minnist frá  mínum góða týsklærara, Edvard Haraldsen, at vit høvdu um Friederich Schiller og lósu kendu oduna An die Freude. Eg gjørdist so hugtikin av henni, at eg lærdi meg beinanvegin uttanat fyrsta ørindi og eitt sindur afturat, og tað hevur fylgt mær síðani.

Beethoven

Tá kendi eg einki til 9. symfoni av Beethoven. Fløgur vóru ikki vanligar tá,  bert hesar tungu 78ararnir, og tað mundu vera bert heilt fá  í Havn, sum høvdu grammofon ella plátuspælara, so tað er ikki fyrr enn seinni, at eg eri komin nærri at hesi stórfingnu symfoni, sum hevur júst hesa odu Schillers í seinasta satsi.

Vit hava í FSO spælt fleiri av symfonium Beethovens, (1.3.5. og brot úr øðrum) men ikki níggjundu.   Nú eru nógv ár síðani, at Bogi Lützen fór at tosa um at spæla níggjundu og síðani ein íðin Poul Jákup; av yndi eri eg heldur  enn ikki varin. Men nú verður tað, níggjunda verður framførd av FSO. Hetta er eitt stórfingið verk, bæði fyri instrumentalistar og sangarar, kanska eitt tað mest krevjandi, sum finst.

Fyrstu satsirnir eru allir instrumentalir, men í fjórða satsi fer Beethoven út um vanligu siðvenjuna og letur menniskjurøddina koma framat, og er hetta fyrstu ferð í  tónleikasøguni, at tað kemur fyri í eini symfoni. Tað virkar sum gamli og stokkdeyvi Beetoven er komin í eina íðu ella fløkju av tónleiki, sum hann ikki kemur longur við, men brýtur so snøggliga av og letur barytonsolistin rópa tey serligu orðini: Freunde! nicht diese Töne, lasst uns angenehmere anstimmen, und freudenvollere. (Vinir! Ikki hasar tónarnar. Latið okkum tríva í hugnaligari og gleðiligari).  Og fer so solisturin einsamallur undir at syngja gleðishymnuna, Freude, schöner G tterfunken, sum síðani bæði kór og kvartett taka undir við,  og endar parturin  við einari tignaliga støðu har tey syngja  “und der Cherub steht vor dem Gott.” Síðani koma ymsar variatiónir av temanum, sum skifta  millum ymsu  solorøddirnar.  Felagskórið tekur so undir við gleðishymnnuni, og hetta brotið endar nú við orðunum “Verið umfevndar milliónir!”  Tú fert afturav, tá kraftmiklu mansrøddirnar seta inn unisont, og síðani fylgdar av snjøllu fagnaðarrópunum frá kvinnurøddunum. Soleiðis koma brot eftir brot úr yrking Schillers. “Ahnest Du den Schöpfer,  Welt? Such ihn überm Sternenzelt.” (Heimur,  hómar tú skaparan? Leita eftir honum oman fyri stjørnuhválvið.) Full av fagnaði setir nú tann stóra dupultfugain inn við temanum “Verið umfevndar milliónirl”, og verður hon samanførd við gleðishymnnuna. Enn einaferð hoyra vit ymsu, kenslubornu solorøddirnar, sum síðani verða avloystar,og alt endar í eini veldugaari fagnaðarekstasu. 

Verkið er skapað av størstu andans evnum úr týskmælta umráðnum: Friederich Schiller, skald og rithøvundur, og Ludvig van Beethoven, tónaskald og tónleikari.

Ivaleyst størsta avrik í tónleikasøguni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…