Lýsing
Lýsing
Lýsing
F.v.: Jórun Niclasen, Sanna Brandal og Anja Olsen | Mynd: klaksvik.fo

Sjóneyka á Barna- og Ungdómsvirðini

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.02.2019 - 15:14 Tíðindaskriv

Týsdagin 12. februar skipaði námsfrøðiliga ráðgevingin í Klaksvíkar kommunu fyri einum evnisdegi, sum tók støði í Barna- og Ungdómsvirðunum hjá Klaksvíkar kommunu.

Dagurin var ætlaður starvsfólkum á frítíðarskúla og dagstovnaøkinum, og varð ljós varpað á evni, sum eru viðkomandi fyri starvsfólk innan økið. Evnisdagurin varð skipaður við fyrilestri, bólkaarbeiði og kjaki, har luttakarnir fingu høvi at viðgera virðini út frá teirra fakligu royndum, í teirra dagliga námsfrøðiliga arbeiði.

Beinta Klakkstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung, luttók eisini á skeiðnum. Hon sigur, at eitt stórt arbeiði varð gjørt, tá hesi virðini, saman við nógvum góðum starvsfólkum, vóru ment. Tí fegnast hon um, at barna- og ungdómsvirðini verða tikin fram, tí tey eru avgjørt aktuel.

Endamálið við evnisdegnum var at viðgera, og koma við ískoyti til, hvussu starvsfólkini framhaldandi kann arbeiða við barna- og ungdómsvirðunum, soleiðia at tey samsvara við nýtímans námsfrøði. Hesi evni vóru umrøtt:

  • Hvussu síggja og møta námsfrøðingar og hjálparfólk barninum/børnunum
  • Týdningin av tí góðu relatiónini
  • Barnaáskoðan og týdningin av tí fysiska umhvørvinum á stovninum
  • Týdningin av, at børnini sleppa at taka lut, og somuleiðis verða ein partur av felagsskapinum, og hvørja ávirkan  hetta hevur á námsfrøðiliga virksemið á dagstovninum.

Jórun Niclasen, sum saman við Sannu Brandal og Anju Olsen skipaði fyri evnisdegnum siga, at evnisdagurin er ein liður í at førleikamenna starvsfólkini innan dagstovnaøkið, og at varpa ljós á námsfrøðilig evni, sum eru viðkomandi fyri starvsfólkini.

Niels Juul Arge, sum er leiðari í Fjallafípan, var væl nøgdur við dagin. 

– Tað hevur stóran týdning, at barna- og ungdómsvirðini ikki bara eru vøkur orð, men at arbeiðið á dagstovnaøkinum er í tráð við, hvussu vit síggja og møta barninum í gerandisdegnum. Niels Juul Arge leggur afturat, at nógv av arbeiðinum verður gjørt væl, men at eitt tílíkt skeið gevur íblástur til, hvussu vit sum námsfrøðingar kunnu royna fleiri arbeiðshættir, sum gagna tí sosiala felagsskapinum. Eitt nú í mun til at arbeiða í smærri eindum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB