Lýsing
Lýsing
Kenny her í dysti móti Ajax í 2014 | Mynd: Gettyimages

Royndarvandi í KÍ – endaði í bestu deildini í Hollandi

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.02.2019 - 16:35 Ítrottur Tíðindi

Í 2003 minnast nøkur helst, at á ólavsøku royndarvandi ein ungur belgiskur leikari við KÍ, sum vísti seg at vera sera góður.

Hann rýmdi tó uttan at siga frá, men endaði við at spæla á sera høgum støði.

 

Tá KÍ á ólavsøku í 2003 spældi móti HB og nakrar dagar seinni móti LÍF í Leirvík var 20 ára gamli belgiski verjuleikarin Kenny van Hoevelen í miðverjuni hjá KÍ. Hóast hann fekk reytt kort móti endanum av dystinum móti HB, so vóru tey flestu á einum máli um, at hetta var ein framúrskarandi leikari. Norðlýsið skrivaði m.a. soleiðis: ''Síðani dystin ímóti HB, sum KÍ vann á Ólavsøku, hevur hesin leikarin verið nógv á mannamunni, tí Kenny hugtók áskoðararnar, sum vóru komnir úr Klaksvík á Ólavsøku og at hyggja at dystinum. Lítil ivi er um, at KÍ her hevur fingið fatur á manni á høgum fótbóltsstøði.'' Men beint eftir venjingardystin í Leirvík nakrar dagar seinni var Kenny ikki at síggja meir, og hann var farin av landinum aftur uttan at hava sagt frá. Tá hevði KÍ annars gjørt eina avtalu um, at hann skuldi spæla restina av kappingarárinum við KÍ.

 


Spældi í bestu deildini í Hollandi

Fleiri hava síðani spurt, hvussu mundi enda við hesum leikaranum og hvar hansara yrkisleið mundi fara. Nú hava vit fingið kannað hetta eftir, at hava sæð upplýsing um hansara navn í bókini ''Føroyskur fótbóltur 03''. Áðrenn hann kom til KÍ hevði hann sitið á bonkinum og spælt nakrar minuttir sum innskiftari hjá í bestu deildini í Belgia. Har spældi hann eisini árini 2007 til 2013 og tilsamans er hann skrásettur fyri 147 dystir í bestu deildini í Belgia, teir flestu fyri felagið KV Mechelen. Síðani spældi hann í bestu deildini í Hollandi árini 2013 og 2014 (Kelda: Transfermarkt.com). Tá spældi hann tilsamans 26 dystir fyri hollendska felagið RKC Waalwijk. Teir flestu dystirnar spældi hann allar 90 minuttirnar. Liðið endaði nr. 16 av 18 liðum. M.a. spældi Kenny allan dystin á útivølli móti meistarunum Ajax í einum dysti, sum endaði 0-0. 35 ára gamli Kenny van Hoevelen spælir í løtuni í triðbestu deildini í Belgia fyri felagið SC Eendracht Aalst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald