Lýsing
Lýsing
Lýsing

Steffan føroyameistari í Lendisrenning

SKRIVAÐ: Ítróttur  |  15.02.2019 - 00:15 Ítrottur Tíðindi

Steffan Klein Poulsen úr Treysti gjørdist føroyameistari í Lendisrenning

Farna vikuskifti bleiv FM í Lendisrenning hildið í Hoydølum. Hetta var samstundis fimta umfar í BETRI Vetrarkappingini. Lendið var bleytt og vátt, so talan bleiv um eina heldur strævna renning, men soleiðis eigur lendisrenning at vera.

Heldur óvæntað so bleiv tað Steffan Klein Poulsen úr Treysti í gjørdist føroyameistari. Talan bleiv um eina sera spennandi kapping hjá monnunum. Rennast skuldu seks umfør á umleið 1,3 km. Eftir trý umfør vóru seks rennarar framvegis við í oddinum. Teir vóru Ragnar Rasmussen úr Hvirluni, sum vann fyrsta og annað umfar, Einar Gregersen úr Treysti, sum vann triðja umfar, Hanus í Horni Nielsen úr Frælsinum, sum vann seinast og so Steffan Klein Poulsen úr Treysti, Helgi W. Olsen og Sam Vang úr Bragdinum. Tá teir fóru út á fimta umfar var Hanus á odda, meðan Steffan lá nakrar fáar metrar aftanfyri, og so var hol komið aftur til hinar, sum heldur ikki fylgdust longur. Tá teir fóru undir seinasta umfar var Hanus framvegis á odda, og tá teir runnu niðan ímillum trøini royndi hann at sleppa leysur frá Steffan, men tað eydnaðist ikki. Ístaðin var tað Steffan, sum økti ferðina eina løtu eftir at teir vóru komnir omanaftur á fløtuna og tá var orkan uppi hjá Hanusi, sum mátti sleppa og rann Steffan klárt á odda um málstrikuna, sum nýggjar føroyameistari í Lendisrenning.

Steffan rann ikki fyrsta umfar í vetrarkappingini, men hevur tikið seg støðug fram allan vetur. Í øðrum umfari bleiv hann nummar sjey, so nummar fimm, í fjórða umfar bleiv tað til triðjapláss og so hesuferð til eitt fyrstapláss. Í samlaðu BETRI Vetrarkappingini hjá monnum er stórur spenningur í oddinum og hava fýra rennarar vunnið tey fyrstu fimm umførini. So har verður sera spennandi at fylgja við hvussu leikur ferð seinastu trý umførini. 

Sætta umfar verður runnið frá Skúlanum á Fossánesi leygardagin 2. mars kl. 11.00.

Hjá kvinnunum gjørdist Marita Andrasardóttir úr Hvirluni føroyameistari. Rebekka Fuglø umboðaði danska landsliðið í vikuskiftinum og kundi tí ikki luttaka.

Treysti hevði fleiri luttakarar við og teir stóðu seg væl, og hesir komu aftur við heiðursmerkjum: Heini Gregersen gjørdist nummar trý í veteranbólkinum. Borgar Biskopstø bleiv nummar trý í superveteranbólkinum. Gunnar Simonsen gjørdist føroyameistari fyri ultraveteranar og Vibeka Sivertsen gjørdist føroyameistari hjá gentunum.

Øll úrslitini eru at finna á hesi slóðini: BETRI VK-5 og FM Lendisrenning

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund