Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgni Hoydal er sterki maðurin í Tjóðveldi | Mynd: Oliver Joensen

Toppstýrt tvíbýtt Tjóðveldi?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.02.2019 - 11:12 Leiðarin Politikkur

Norðlýsið skilir, at eina tíð lá í kortunum, at tingkvinnan hjá Tjóðveldi úr Norðoyggjum, Óluva Klettskarð, skuldi hava sessin sum mentamálaráðharri. Tá avtornaði, fekk formaðurin í flokkinum, sum frammanundan umsitir fiskivinnumál, eisini mentamál at umsita. Orsøkin kann vera tann, sum fyrrverandi landsstýrismaður floksins, borgarstjórin í Runavík, segði um vengur og vald í flokkinum.

Mikudagin vakti tað ans, at Sonja Jógvansdóttir setti seg saman við tingbólkinum hjá Tjóðveldi. Meirilutin hevði annars samtykt, at hon ikki skuldi gerast partur av tingbólkinum hesumegin valið. Sambært §29 í lógunum hjá Tjóðveldi stendur eisini, at tingbólkurin skipar seg sjálvur, og er suverenur hesum viðvíkjandi. Men kortini vóru bæði landsstýrisfólkini og fólkatingslimurin við til at viðgera tað. Formaðurin, varaforkvinnan (Sirið), Katrin Kallsberg og Ingolf S. Olsen atkvøddu fyri Sonju. Magni Arge atkvøddi ímóti.

Tað er alment kent, at Ingolf S. Olsen og Sonja Jógvansdóttir standa hvørjum øðrum nær. Bæði liggja úti á vinstra kantinum og eru tætt knýtt at fakfelagsleiðslum, meðan hvørgin er markantur í fullveldismálum. Tá formaðurin leggur so nógvan kapital í hasa vágskálina, er tað ikki løgið, at tann traditionelli fullveldisvongurin við liberalum jørðildi er farin at reisa uggafjaðrarnar.

Tað var ein næstan einmæltur tingbólkur, sum var ímóti, umframt fíggjarmálaráðharrin Kristina Háfoss. Men at formaður floksins var fyri, kann Sonja Jógvansdóttir hava tikið, sum at tað trumfar samtyktina hjá meirilutanum.

Óluva Klettskarð hevur staðið sum drangur í brimi í Norðoyggjum. Hon hevur fingið óteljandi skolur fyri fiskivinnupolitikkin hjá flokkinum, sum sambært Steinbirni O. Jacobsen eisini kostaði flokkinum 2 av 3 umboðum í Klaksvíkar Býráð í 2016. Men hennara loyalitetur helt fram við somu styrki eftir tað, og sum Norðlýsið skilir, var tað eina løtu í umbúna at lata hana fáa mentamálaráðharrasessin afturfyri sín loyalitet. Eftir at greitt var, at sessurin skuldi býtast í tvey, hevur tað verið at frætta, at Kristina Háfoss skuldi yvirtaka ein part av mentamálum.

At formaðurin so endaði við at átaka sær uppgávurnar, kom óvart á tey flestu. Tórbjørn Jacobsen segði í viðmerking til málið um Sonju Jógvansdóttir, at í Tjóðveldi vóru 2 vengur í fleiri málum – uttan fullveldismálinum –, og atkvøðugreiðslan í sama máli bendir á, at so er. Er hendan metingin røtt, eru bæði Óluva Klettskarð og Kristina Háfoss øðrumegin og formaðurin hinumegin. Hetta kann møguliga vera frágreiðingin uppá, hví formaðurin valdi at átaka sær mentamál sjálvur.

Í øllum lutum sær tað út til, at Óluva Klettskarð nú er slept uppá fjall av sínum egnu. Fiskivinnupolitikkurin, sum formaður floksins hevur verið eksponentur fyri, er fallin í alt annað enn góða jørð í Norðoyggjum, og tað verður uttan iva Óluva Klettskarð, sum kemur at svíða mest fyri hetta í atkvøðum. Ein sessur sum mentamálaráðharri kundi tí verið hennara bjarging. Hon hevði fingið eitt høvi at profilera seg og sett síni persónligu fingramerki á, og harvið ikki longur bert verið “tann úr Norðoyggjum, sum stuðlaði fiskivinnupolitikkinum hjá Tjóðveldi”. Ein møguleiki er, at Óluva Klettskarð fær formanssessin í mentanarnevndini, tá hon verður vald av nýggjum.

Eftir stendur formaðurin í Tjóðveldi, enn sum fyrr, sum tann einasti veruliga sterki maðurin (m/k) í flokkinum. Og tað kann ikki takast frá honum, at hann hevur hildið flokkinum saman og enntá økt um hann, so førleikunum at leiða feila onki.

Hinvegin má toppstýringin svíða hjá fleiri, eitt nú Annitu á Fríðriksmørk, sum fekk sín autoritet sum tingbólkaforkvinna og umboð fyri meirilutan frátiknan, tá nýggjasti sprotin í flokkinum demonstrativt tók sær sæti teirra millum á tingi. Og hjá bæði Kristinu Háfoss og Óluvu Klettskarð, at mentanin ikki fall í teirra lut, tíansheldur nøkur onnur løn fyri sýndan loyalitet.

Í øllum hesum tykist “Stórviðurin í Tjóðveldi”, sum Tórbjørn Jacobsen rópar fullveldismálið, at verða dottin burturímillum. Bert umleið 10 størv eru yvirtikin og blokkurin er ikki minkaður, hóast tað stendur í samgonguskjalinum. Og nú sterki maðurin í flokkinum fær úr at gera við bæði fiskivinnu og mentan samstundis, er líkt til, at loysingin enn einaferð verður skotin út til eina aðra samgongu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB