Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Talvfelag væl umboðað í Norðurlendskari kapping.

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  15.02.2019 - 11:53 Ítrottur Tíðindaskriv

Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving verður telvað í vikuskiftinum. Íslendingar eru vertir, og telvað verður á Borgarnesi. Kappingin er skipað í 5 aldursbólkar, og hava Norðurlondini tvey umboð í hvørjum bólki. Úr Klaksvík luttaka Janus Skaale, Flóvin Matras Tummasarson og Rókur Davidsen. Meðan Janus hevur nógvar royndir frá hesum kappingunum, er hettar talan um fyrstu ferð hjá Flóvini og Róki.  

Síðani hópurin bleiv úttikin í novembur mánaða, hevur GM Helgi Dam Ziska havt regluligar venjingar við teimum. Hóast flestu telvararnir er lægst rataðir í øllum bólkum, hava fyrireikingarnar verið góðar.

Umframt venjingarnar, hava NM-luttakararnir eisini luttikið í heimligu kappingunum undan fráferð. Seinasta veruliga royndin var Kjølur Open, sum seinastu árini hevur verið fastur táttur, stutt undan NM.

Ta kappingina vann Luitjen Akselsson Apol sannførandi, meðan hinir ikki smæddist burtur. Janus Skaale og Jón í Horni Nielsen endaðu javnir á 2. plássi.

Føroyski hópurin fór til Íslands tíðliga hósmorgunin, tí longu kl 10 fríggjadagin 15. februar byrjaði fyrsta umfar. Ferðalagið telur 20 fólk, umframt at Rógvi Egilstoft Nielsen er við sum venjari. Telvað verða 6 umfør, og endar kappingin sunnudagin 17. februar.

Fylgjast kann við kappingini á: https://skak.is/nycc2019/

Fyrireikararnir hava boðað frá, at 20 talv verða víst beinleiðis (Live), 4 úr hvørjum bólki.

 

Føroysku luttakarirnir eru hesir:

 

Bólkur A

Janus Skaale, 1765, Klaksvíkar Talvfelag

Eli W. Finnsson, 1659 Havnar Telvingarfelag

 

Bólkur B

Leif Reinert Fjalleheim, 1712 Havnar Telvingarfelag

Flóvin M. Tummasarson, 1551, Klaksvíkar Talvfelag

 

Bólkur C

Jón í Horni Nielsen, 1756 Sandavágs Talvfelag

Benjamin Reinert Fjallheim, 1465 Havnar Telvingarfelag

 

Bólkur D

Luitjen Akselsson Apol, 1854 Havnar Telvingarfelag

Elias Petersen, 1005 Havnar Telvingarfelag

 

Bólkur E

Rókur Davidsen, Klaksvíkar Talvfelag

Brestir Samuelsen, Havnar Telvingarfelag

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund