Lýsing
Lýsing

Til lukku, Høgni, Hanna og samgongan

SKRIVAÐ: Gunnhild Dahl Niclasen, Aðalstjórnarforkvinna Tjóðveldis  |  15.02.2019 - 15:35 Politikkur Tíðindaskriv

Tað er at fegnast um, at samgongan hevur funnið semju um ábyrgdar- og valdsbýti í landsstýrinum.

Nú valskeiðið skjótt er runnið kann staðfestast, at Tjóðveldi hevur havt gott arbeiðsstev í samgonguni, sum annars til tíðir hevur verið nakað rokmikil. Tjóðveldi hevur staðið saman, og hevur leverað atkvøður til øll samgongumál. Tjóðveldi hevur víst í verki, at flokkurin er stjórnarberandi, og nú ístaðin fyri, at Tjóðveldi brúkar pening uppá at seta eitt landsstýrisfólk aftrat, hevur flokkurin valt at seta formannin at røkja mentamál. Eitt málsøki, sum Høgni Hoydal uttan iva megnar at røkja til lítar.

 

Fingið nógv av skafti

Hóast hendan samgongan hevur verið ein minnilutastjórn frá fyrsta degi, kunnu vit nú staðfesta, at hon kortini hevur fingið nógv stórmál av skafti. Við Tjóðveldi á odda eru stórar og týðandi broytingar gjørdar í umsitingini av okkara fiskatilfeingi, heilsuverkinum, búskapinum og heimtøkum.

Tó hevði verið ynskiligt (og eisini eitt krav), at størri tøk skuldu verið tikin á fullveldisleið, ikki minst at skerja blokkin, helst minkað hann niður í onki. Men í eini samgongu má víkjast fyri ynskjum hjá hvør øðrum. Tó skal valdast, hvussu nógv onkrir flokkar mugu víkja fyri øðrum – og her meinast við, at Tjóðveldi og Framsókn hava staðið modell til nógv stríð í Javnaðarflokkinum.

 

Valdið javnt býtt?

Javnaðarflokkurin hevur í fleiri førum - eisini í týðandi málum – ikki megnað at leverað atkvøður, hóast greiðar avtalur hava verið gjørdar um tað frammanundan. Eisini er flokkurin minkaður nógv síðani valið, og tí var nú tíð uppá, at Tjóðveldi fekk nakað aftur fyri allan loyalitetin. Tá mentamálasessurin var ómannaður var sjálvsagt, at Tjóðveldi skuldi fáa sessin, nú flokkurin er størstur á tingi.  Ella í hesum føri, at Framsókn fekk nýtt landsstýrisfólk afturfyri at missa forkvinnusessin í fíggjarnevndini, átti Tjóðveldi sjálvsagt at fáa annað burturúr, t.d. minkan av blokkinum, tí Framsókn hevur fingið dekan ov nógv í sín part í mun til talið av atkvøðum til seinasta løgtingsval.

Omaná tað heila, so hevur baklandið í Javnaðarflokkinum verið so lítið at sær komið, at ímeðan harðast hevur leikað á í teirra egna flokki, tá hava tey brúkt orku upp á at flyta fokus við at leggja eftir øðrum politikarum í teirra egnu samgongu. Harmiligt.

 

Nú tá nýggj semja er komin, er tað mín vón, at gjørdar avtalur nú verða hildnar, og at málini verða framd í verki, tað sum eftir er av valskeiðnum. Blíðan byr, Høgni og Hanna og restin av samgonguni.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin