Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flogbólturin kom heim – og til fantastiskar umstøður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.02.2019 - 13:53 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað kann væl vera, at ongin føroysk ítróttarhøll stendur mát við altjóðakrøvini til hondbólt, men til flogbóltin er ongin ivi um, at Føroyar í Badmintonhøllini í Klaksvík eiga framúrskarandi umstøður til hesa ítrótt.

Flogbóltsfamiljan varð savnað í Klaksvík í gjár, tá hálvfinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum vórðu leiktar. Fleyr gjørdi eitt gott hál og eru umboðaði í báðum finalunum, meðan SÍ og Mjølnir eru í hvør sínari. 

 

Nógvir áskoðarar í høllin gjøgnum dagin

 

Høllin prógvaði í gjár, at hon er perfekt til flogbólt. Fyrireikingararbeiðið fevndi m.a. um at leggja taraflex-gólv á, eins og aðrar ábøtur kring um sjálvan vøllin, so umstøðurnar vórðu í topp.

Høllin hevur tvær langsíður og tær geva áskoðarunum sera gott útsýni til dystin, umframt at tað skapar eina kenslu hjá leikarum, sum teir spæla í einum potti. 

 

Kaffi og matsøla við borðum á svalanum til áskoðarar

 

Flogbóltssambandið og Mjølnir syrgdu fyri at liðini, miðlafólk og áskoðarar høvdu framúr karmar.

 

FM1 høvdu rigga seg til við einum studio, har fleiri samrøður vórðu gjørdar

 

Hálvfinalurnar høvdu allan sín spenning, men kvinnudystirnir gjørdust báðir sera tættir og spennandi. Samanumtikið ein langur og væleydnaður flogbóltsdagur í Klaksvíkar, sum megnaði at seta flogbóltin á breddan og servaðan út í allar føroyskar stovur. 

 

Tveir av ungu Mjølnirleikarunum til upphitingina

Steypafinalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi í Tórshavn leygardagin 2. mars og sunnudagin 3. mars.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…