Lýsing
Lýsing
Lýsing

So byrja Torradagarnir: Skráin í dag

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  18.02.2019 - 09:00 Mentan Tíðindi

Torradagarnir fara nú í gongd. Nógv spennandi er á skrá í dag - sí skránna niðanfyri.

 

14-17: Gamla Seglhúsið

Torraframsýning við Hansinu Iversen, listakvinnu

 

16-21: Miðstovan Úti í Klaksvík

Jan Nystrøm listaframsýning

“365 - Ein tekning hvønn dag í 2018” er áhugaverda heitið á listaframsýningini, har Jan Nystrøm sýnir fram úr tekningasavinum frá 2018, tá ið hann setti sær fyri at gera eina tekning hvønn dag.

18.00:  Fernisering við tónleiki er á skrá, har ein biti við onkr-um svalandi eisini verður at fáa.

 

17-20: Posthúskjallarin

Finleif Mortensen, listamaður,  hevur áhugaverda
listaframsýning við landslags- og abstraktum málningum

17.15: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunninum Mentanarhús í Klaksvík, setur framsýningina, og verður boðið til ein bita við onkrum svalandi afturvið.

 

18.00: Spinnaríið

Norðoya Sparikassi verður 100 ár í ár og verður í hesum sambandi tiltøk í Spinnarínum.

Forvitnislig seðla- og myntaframsýning hjá Eyðálvi Gulklett og myntir frá tíðarskeiðnum, tá Magnus Heinason (1548-1589) livdi. Síggjast kunnu eisini myntir, sum S. P. Petersens Eftf. (1929) og J. F. Kjølbro (1930) brúktu.

Norðoya Sparikassi sýnir fram brúkslutir og myndir í sambandi við 100 ára søgu Sparikassans.

 

18.30: Miðhøllin á Skúlatrøð

Næmingakonsert hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla.

Næmingar spæla saman í fleiri bólkum, eldri og yngri strúkarar, blokkfloytur og klaversolo. Kórið á Skúlatrøð syngur nakrar sangir og næmingar spæla saman við teimum. Á skránni eru føroyskir sangir og klassiskur tónleikur.

 

19.30: Spinnaríið

Finn Kjølbro hugleiðir og sigur frá søguni um Spinn-aríið hjá Kjølbro, har eisini turkarí til brasiliafisk var nøkur ár.

Norðoya Sparikassi og Kósin bjóða saltfiskabrell-
bitar.

 

20-22:   Atlantis Bio

LÍNUMENN – saltfiskalínuskipini

Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900

22.15: Atlantis Bio

Filmurin Unge Astrid

Ein rørandi filmur um Astrid Lindgren

Atgongumerki fáast á atlantis.fo ella á telefon 456900

 

 

Full skrá sæst her.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…