Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mynta- og seðlaframsýning hjá Norðoya Sparikassa í Spinnarínum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  18.02.2019 - 11:24 Mentan Tíðindi

Mynta- og seðla-framsýningin hjá Norðoya Sparikassa í Spínna-rínum er sett saman av Eyðálvi Gulklett við tilfari úr hansara egna savni.

Eyðálvur er føddur í 1951 í Nólsoy og býr í Hoyvík. Í dag fæst hann mest við at savna, keypa og selja myntir. Og spælir framvegis í orkestrinum X-RAYS, sum teir hava gjørt síðan 1968. 

Eigur ein gamlar myntir, seðlar ella frímerkir, so ber til at gera avtalu við Eyðálv um at virðismeta hetta, tá framsýningin ikki er opin.

Eyðálvur hevur valt at vísa fram myntir, sum umboða alla kongarekkjuna (20 í tali) frá Christian I í 1448 til og við Fríðrik 9 í 1972, meðan hann hevur valt at vísa allar teir føroysku pengaseðlarnar frá byrjaninni í 1809 fram til dagin í dag. Fyri at avmarka úrvalið av myntum, vísir hann tvey eintøk av hvørjari útgávu – eina við forsíðu og eina við baksíðu.

Millum myntirnar, ið verða sýndir fram, kunnu nevnast: hvítir (1/3 skilling), skillingar við ymsum virðum, markar, ríkisbankadálar, krónur (4 markar), spesiudálar (tann elsti frá Christiern II (1523)), 2 ríkisdálar, gulldukatar (tann elsti frá Christiani IV (1645)), Christian - og Frederik d´orar (1775-1866), tey fyrstu 1 oyruni frá 1874 til og við teimum síðstu 20 krónunum úr gulli í 1931 og grønlandskir myntir – bæði privatir og almennir.

Eisini verða at síggja allar tær 4 útgávurnar av føroyskum myntum: Carl Franz Siemsen (1857), S. P. Petersens Eftf. (1929), J. F. Kjølbro (1930) og myntirnir, sum vórðu gjørdir í Onglandi í 1941.   

Til framsýningina hevur Tjóðsavnið í Havn lænt Norðoya Sparikassa øll tey 7 stemplini, sum Kjølbro-myntirnir vórðu gjørdir við.

Framsýningin er uppdeild í 16 partar og er umleið 12 metrar long tilsamans.

 


Nøkur úrval frá framsýningini

Fyrr vóru tað ikki krónur, men skillingar, markar, ríkisdálar og dukatar:

Møguliga hevur hesin spesiudálin frá 1572 einaferð verðið brúktur av Magnusi Heinason (1542-1589), tá hann varð til handils í Tinganesi – og møguliga lógu nakrir gulldukatar frá 1754 í onkrum kistubotni í onkrari lon í Gerðum undir skalvalopinum har í 1765.

100 kr seðlil frá oktober 1940

Myndevnið á forsíðuni á 100 kr. seðlinum er eitt veðrahøvd. Eisini sæst ein slupp, ið kemur siglandi við nógvum síðuvindi beint í móti hyggjaranum. Forsíðuna á 100 kr. seðlinum hevur postboðið Jacob Chr. Ferdinand Olsen (Zahle), Tórshavn, teknað. Hendan prentmyndin (klichéin) úr sink er gjørd av multilistamanninum Elieser Joensen (Eliesar í Pállsstovu), Klaksvík. Forsíðuna á 10 kr. seðlinum hevur verkfrøðingurin, cand. polyt. Ejrnæs, teknað. Baksíðurnar á 10 - og 100 kr. seðlu-num eru prentaðar við linoliumsprentmyndum (klichéum), skornar av Stig G. Rasmussen, Tórshavn.

 

100 kr. seðil frá november 1940

Tá fiskur varð avreiddur í Onglandi, varð peningurin goldin í enskum pundum, sum síðan varð vekslað um til “føroyskan” pening í Føroyum. Tað vóru ikki arbeiðsmenn, sum fingu sína løn útgoldna við slíkum 100 krónuseðlum, men heldur við 10 krónuseðlum av sama slagi.


Nær er framsýningin opin?

Í sambandi við sítt 100 ára hald í ár skipar Norðoya Sparikassi eisini fyri øðrum tiltøkum í Spinnarínum hesa vikuna, og tí er framsýningin opin so leingi, sum hini tiltøkini vara, og so leingi vitjandi eru.

 

Hvar: Spinnaríið

Nær: Mánadagin frá kl. 18

Týsdagin       frá kl. 18

Hósdagin       frá kl. 18

Fríggjadagin  frá kl. 18

Leygardagin frá kl. 14 til  kl. 17

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast