Lýsing
Lýsing

Hvat merkir ein Michelinstjørna?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2019 - 11:33 Leiðarin Politikkur Tíðindi

Musikhuset í Århus er karmur um snotuliga tiltakið í kvøld, tá árligu Michelinstjørnurnar verða lutaðar teimum fremstu matstovunum í Norðurlondum. Norðlýsið er á staðnum

Tríggjar Michelinstjørnur verður mett at vera tann størsti heiðurin, sum tað er møguligt fyri eina matstovu at fáa. Men bara tað at fáa eina av hesum stjørnum, setir sera høg krøv til gastronomisku og kulinarisku upplivingina. 

Norðlýsið og føroyski stjørnukokkurin Gutti Winther eru umboðað til handanina av Michelin-stjørnum í Århus.

Dømt verður út frá fimm ymiskum metingareyðkennum. Fyrst verður hugt at góðskuni á rávørunum, ið nýttar verða í matgerðini. Síðani verður mett út frá borðreiðingini og smakkinum. 

Sum tað triðja verður hugt at evnunum hjá kokkinum at finna sítt egna, sermerkta eyðkenni fyri júst sín mat, tað vil siga hvussu væl kokkurin hevur sett síni fingramerki – í fluttari merking, sjálvandi – á matin. 

At enda verður hugt at, hvussu væl kostnaðurin samsvarar við góðskuna. Og hartil er eitt krav, at gesturin skal fáa somu uppliving, óansæð hvat klokkan er. Ein michelinmatstova skal hava somu tænastu og góðsku allar tímarnar, hon er opin.

Bert ein matstova hevur tríggjar stjørnur í danska kongaríkinum

Upprunin til hesa próvdøming av matstovum var dekkframleiðarin André Michelin, sum byrjaði at geva stjørnur til bilverkstøð í ár 1900. Í 1930 bleiv skipanin tann, vit kenna í dag, við upp til trimum stjørnum til matstovur. Vanliga verður sagt, at:

✽ Ein einstøk stjørna merkir heilt einfalt ein heilt góð matstova.

✽✽ Tvær stjørnur merkja, at matstovan er verd at fara ein umveg eftir.

✽✽✽ Tríggjar stjørnur merkja, at matstovan er verd at gera eina reisu til.

Harumframt verður latin viðurkenningin “Bib Gourmand” til góðar matstovur, sum tó ikki røkka upp á eina stjørnu. Bib er navnið á kenda vinarliga Michelin-manninum úr dekkum.

Í Danmark hava um 20 matstovur Michelinstjørnur, og tað sigur nakað um, hvussu torført tað er at fáa eina tílíka. Bert ein matstova í í øllum kongaríkinum hevur tríggjar stjørnur. Tað er Geranium, ið liggur í Keypmannahavn.

Í Føroyum hava vit eina matstovu við Michelinstjørnu, og tað er matstovan KOKS, ið byrjaði í Tórshavn, flutti í 2016 til Kirkjubøar, og nú húsast Frammi við Gjónna í Leynum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggi bygningu­rin bygdur við rekord ferð
Boris Johnson tapti avgerðandi atkvøðugr…
Hagtøl: KÍ stendur seg betri í Tórshavn…
Helgi lættir um atgongd­ina til spritt
Vælkomin til kaffi  í morgin 23. oktober
Klaksvíkar sjúkra­hús hevur tikið nýtt, d…
Jógvan Páll Lassen í sínum vanliga stíli
Sjálvsagt tryggja vit ognarrættin hjá fø…
KÍ Ársveitsla
Aleksandar Djordjevic ársins venjari í k…
Treysti byrjar innandura­venjingar­nar í m…
Býráðið bjóðar til morgunmat í KÍ-høllin…
- Útbyggingin gevur Fjallafípuni enn bet…
Líðhamar 15.800 pund í dag
Minkandi í kvøld
B36-KÍ verður leygar­dagin kl. 15.00
Dansivetu­rin byrjaður
Smáar vatnmyllur eru vælegnaðar í Føroyu…
Johan Dahl spyr um sjóvegis samferðsluke…
Tøkk