Lýsing
Lýsing
Lýsing

Finleif Mortensen, listamaður, sýnir fram í Posthúskjallaranum.

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  18.02.2019 - 15:47 Mentan Tíðindi

Í dag kl. 17.00 letur framsýning við Finleif Mortensen upp í Posthúskjallaranum mánadagin, 18. februar kl. 17.00. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík setur framsýningina kl. 17.15, og verður boðin ein biti við onkrum svalandi eisini. Opið er til kl. 20.00

17-20: Posthúskjallarin

Finleif Mortensen, listamaður,  hevur áhugaverda
listaframsýning við landslags- og abstraktum málningum

17.15: Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunninum Mentanarhús í Klaksvík, setur framsýningina, og verður boðið til ein bita við onkrum svalandi afturvið.

 

Norðlýsið skrivaði annars hetta um framsýningina í stóra Torrablaðnum:

Finleif Mortensen, listamaður, sýnir fram í Posthúskjallaranum.

Finleif Mortensen hevur tveir málihættir – ein figurativan og ein abstraktan. Tveir hættir, ið vanliga verða hildnir at vera tveir mótsetningar. Tann eini byggir á eygleiðan og endurgeving av verðuleikanum, sum hann sæst, har hin er savnandi um reinar formar og litir á hvør sín hátt, í størri ella minni mun ósjálvstøðugt av tí, sum sæst.

Tess meir man eygleiðir málningarnar hjá Finleif Mortensen, tess meira sýnast hesir mótsetningar kortini at fána burtur, ella í øllum førum at hava íblástur frá hvørjum øðrum.

Hyggur man eftir tí figurativa málninginum, málar hann ofta tað kenda motivið; náttúruna, smáu bygdirnar hav og himmal.

Litirnar bera sum oftast brá av blágrønum og reydligum litum.

Á framsýningni í Posthúskjallaranum hevur Finleif Mortensen málningar, har íblásturin serliga kemur frá bygdum og landsløgum í Norðoyggjum. Harafturat tríggjar stórar málningar, sum seta sín serliga dám á framsýningina, har Kunoyarnes og Nakkurin speglast í vánni og geva eina einfalda og abstrakta fatan.

Framsýningin letur upp í Posthúskjallaranum mánadagin, 18. februar kl. 17.00. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík setur framsýningina kl. 17.15, og verður boðin ein biti við onkrum svalandi eisini. Opið er til kl. 20.00

Opið er annars allar Torradagarnar til og við sunnudagin 24. februar frá 14.00 – 18.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…