Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugnalig og væl fyriskipað næmingakonsert

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.02.2019 - 21:57 Mentan Myndarøð Tíðindi

Næmingar og lærarar á Tónlistaskúlanum settu dám á byrjanina til torradagarnar. Umframt at vit fingu eitt sera hugnaligt og gevandi tónleikakvøld, so hevði skúlin lágt eina skrá við einum sonnum fýrverki av tónleiki og tónleikarum.

Tónlistaskúlin hevur í fleiri ár havt eina konsert mánakvøld í Torravikuni. Á konsertini í kvøld spældu klavernæmingar Chopin og Bach, tveir næmingar spældu fýrhent klaver ein Bellman sang. Blokkfloytur spældu Happy Talk, síðani var ein cellosolo, Summertime hjá Gershwin og strúkarabólkur spældi Air úr D-dur suitu hjá Bach, Variationir úr klarinetkonsertini hjá Mozart og Russiskan marsj av Strauss. Skúlakórið á Skúlatrøð sang “Ein skortlitt kúgv” saman við blásara- og violinbólkinum Norðstjørnan, eisini sungu tey sangin “Karin” saman við klaver og strúkarum.   Konsertin endaði við felagssanginum Vetur er komin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag