Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugtakandi kvøld á Spinnarínum

SKRIVAÐ: Orð og myndir: Dávur Winther  |  19.02.2019 - 08:58 Mentan Myndarøð Tíðindi

Finn Kjølbro fylti Spinnaríið í kvøld – Ja, har vóru smá 200 fólk og líddu á hugleiðir og søgur um Spinnaríið og tað, sum annars knýtti seg uppí hesa søgu og stóra virksemið hjá Kjølbro annars.

Vístar vórðu myndir frá virkseminum á Spinnarínum og eisini ljóðbrot, har Kjølbro greiddi frá og filmsbrot frá trolarum. Finn tók til, at søguligu rættindini hjá Føroyingum byrjaðu við tí fyrsta Skálaberg, sum kom í 1933 og fór beina leið í Barentshavið.

Hesin Skálaberg var í reiðarínum heilt frá til 1951 og var tá slitin upp. Hann var at kalla eitt skúlaskip fyri mangan mannin innan fyskaríð við troli, sum so fóru aðrar leiði við trolara í Føroyum og aðrastaðni.

Spinnaríið varð bygt í 1945 og virkaði sum slíkt fram til 1963. Í 1954 – 62 var fiskur turkaður á loftinum - eina mest til Brasilina. Her var gjørt eitt serligt turkarí, sum brúkti nógvan streym. Men tá ið Strond ikki kláraði at nøkta streymtørvin, gjørdi Kjølbro ikki vandari enn sjálvur at byggja sær eitt lítið el-verk uppí Spinnaríið.

Tað varð gjørd serlig avtala umvegis Danmark, sum skuldi kepa ávísa vøru úr Brasil, móti at Brasil keypti klippfisk frá Kjølbro/Føroyum.

Finn greiddi frá tí longu ferðini, Karin K gjørdi í 1957 við klippfiski – tað longu leið úr Føroyum til Barsil – heilar 20 dagar í sigling. Heimaftur høvdu teir timbur við til Spania.Tað bleiv tó bert gjørt henda eina ferðin við Karin K Brasil, og samhandilin fánaði nakað við Brasil, sum fráleið.

Eisini var víst mynd av teirri fyrstu tekningini av JFK-búmerkinum, sum enn í dag verður nýtt av JFK-Trol. Hesa tekning hevði Nølli (Poul Nolsøe) sonur Kjølbro gjørt, við útsýni av trappuni uppi á Spinnarínum móti Kunoyarnesi.

Spinnaríið var sanniliga karmur um eitt sera áhugavert tiltak í kvøld, har henda prýðiliga borg fekk víst hvat hon kann – Smá 200 fólk sótu væl á norðursíðuni til framløguna, hóast stór myntaframsýning eisini var inni og hópin av 100 ára søguni hjá Norðoya Sparikassa eisini varð sýnd fram á ymsan hátt á suðursíðuni. Bert spell, at hetta frálíka hús ikki hevur ein køk, sum kann ambæta tí fjølbroyttu nýtslu, hetta stásiliga hús leggur upp til.

Sigast kann, at Torradagarnir rættiliga vórðu skotnir í gongd við søguligum afturliti, ið fólk í hópatala tóku til sín m.a. við søguni um Spinnaríið hjá Kjølbro, har eisini turkarí til brasiliafisk var nøkur ár í sama húsi. Bert spell, at hetta serstaka søgubrotið ikki varð fest á band.

Omaná varð boðið til ein góðan kaffimunn og saltfiskabrellbitar frá Kósini. So her var rættiliga hunaligur stemningur og høvdu fólk nógv at siga frá.

Ein frálík byrjan av Torraskránni, sum annars hevði nógv at bjóða á fyrsta degnum, ið eisini varð væl vitjað.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund