Lýsing
Lýsing
Lýsing

Listaframsýning á Torravikuni 2019

SKRIVAÐ: Orð og myndir: Dávur Winther  |  19.02.2019 - 10:30 Mentan Tíðindi

Mánadagin lat upp listaframsýning við Finleif Mortensen í Posthúskjallaranum, sum verður opin alla Torravikuna frá kl. 14 – 18, til og við sunnudagin.

Signhild V. Johannesen, forkvinna í Grunnur, Mentanarhús í Klaksvík helt hesa røðu:

So hvørt sum sólin stígur hægri á himmalin og dagurin leingist, legst afturat lívi menniskjans.

So hvørt sum árini renna, verða vit alt meira tilvitað um týdningin av skapanarverkinum.

Um vit ikki heilt minnast, so situr tað onkursvegna í okkum, í kenslunum og í kroppinum.

Árstíðirnar - tær royndirnar og tær væntanir vit hava til tær fýra árstíðirnar.

Her um okkara leiðir eru broytingarnar ikki so stórar frá árstíð til árstíð. Tó so, vit vita, at heystið er myrkari, vátari og ilsligari enn summarið, og at veturin er kaldari, myrkari og harðførari enn hinar tríggjar árstíðirnar. Vit vita, at várið er klárari, reinari og ljósari enn veturin. Vit vita, at summarið er lýggjari, litfagrari og ljósari enn allar hinar árstíðirnar.

Við várinum fyri framman, er tað hugaligt at síggja fólkið og býin vakna. Vakna upp til tað, sum liggur fyri framman. At stíga út í dagin, ein góðan várdag, har sólin sendir sínar strálur, og har spírar bróta seg upp úr jørðini. Lukturin og ljósið frá náttúruni gevur okkum eina kenslu av, at alt er júst soleiðis, sum tað eigur at vera. Vit kenna okkum trygg, smílast, njóta løtuna, dagin og várið.

Hvør minnist ikki, tá ið náttúran tann 20. mars 2015 spældi okkum eitt “puss”.

Sólarmyrkingin sum fekk náttúruna at broyta atferð. Myrkri sneig seg yvir okkum í nøkur sekund, blómur løgdu saman bløð og hønan úr túnunum rann. Sjálv kendi eg kuldan óhugnanligan og kaldari enn kalt, hetta tí mín kroppur og mínar kenslur ikki høvdu upplivað myrkur og kuldan mitt á degnum áður.

Men tíbetur er tað mesta av lívinum, og tað mesta av náttúruni, kent fyri okkum. Februar er kendur fyri, at Torravika er í Klaksvík. Torravikan er ríkað við mentanarligum tiltøkum.

Framsýningar, fyrilestrar, matur ið hóskar til vikuna, og nógv annað hugnaligt og undirhaldandi er á skránni.

Í posthúskjallaranum fáa vit í dag eina forvitnsliga listaframsýning. Eina framsýngin, sum er kend, men sum eisini er blandað við onkrum ókendum. Okkurt vit ikki hava sæð ella sansa í listini hjá listamanninum fyrr.

Hetta er fyrstu ferð, at Finleif hevur framsýning her. Og sjálvt um hølini eru fleiri og stór, hevur tú fylt veggirnar við tínum málningum. Tínir málningar eru, um ikki bara, einamest av bygda- og landsløgum.

Hetta gevur okkum eina ábending um, hvat og hvussu nógv lívið, bygdirnar og náttúran hevur at siga fyri teg, Finleif.

Ein danskur listaummælari, Tom Jørgesen, hevur lýst Finleif við millum øðrum hesum orðum:

Finleif Mortensen søkir afturum landskapið, inn til nakað, ið er trupult at seta orð á, nakað størri, nakað kosmiskt. Tað eru ikki reinir litir og reinar linjur, men ein leysrívan frá veruleikanum. Tær ljósu, næstan strálandi farvurnar, sum mynda verkini hjá Finleifi, bera boð um, at hann hevur lagt býin aftur um seg, og leitað sær niðan í fjøllini, niðan á tær saftigu grønu hæddirnar.

Vit, sum kenna eitt sindur til Finleif og hansara list, vita, at hendan lýsingin av Finleifi ikki kundi verið søgd betri.

Eg fari at enda við, at ynskja okkum øllum eina góða Torraviku, sum aftur í ár hevur eina fjølbroytta, rúgvusmikla og spennandi skrá.

Og mín sann, um ikki fiskurin eisini hetta árið 2019, leitar sær inn aftur á grunnarnar at gýta. Alt er akkurát soleiðis, sum tað eigur at verða.

Góða Torraviku!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum