Lýsing
Lýsing
Lýsing

Úr kioskini í Norðragøtu til samtakstjóra í Keypmannahavn

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.02.2019 - 13:30 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í dag kl. 16.30 er forvitnisligur fyrilestur í BETRI. Robert Thomsen fer at siga frá um veg sín til samtaksstjóra í Keypmannahavn í Arp-Hansen hotelsamtakinum.

Á Torradøgunum í Klaksvík týsdagin 19. februar kl. 16.30 verður skipað fyri forvitnisligum fyrilestri í Betri. Tað er gøtumaðurin og stjórin á donska hotelsamtakinum Arp-Hansen Hotel Group, ið kemur hendanvegin at greiða nærri frá hotellvinnuni, sum hon er háttað eitt nú í Danmark.

Bíða eftir hotelli

Í Klaksvík hevur fleiri ferðir verið tosað um møguleikan, at fáa eitt hotell afturat til býin. Áður er komið langt við slíkum ætlanum, men higartil eru tær ikki blivnar til nakað. Sum skilst, so hava menn arbeitt ógvuliga miðvíst við eini hotellætlan í nýggja miðbýnum í Klaksvík. Um hendan ætlanin verður til veruleika fer bara framtíðin at vísa.

Eitt stjørnuskot

38 ára gamli Robert Thomsen úr Norðragøtu hevur verið eitt rættuligt stjørnuskot innan hotellvirksemið í Keypmannahavn. Úr Gøtu hevur hann helst eisini fingið eina góða byrjan.

Mary, mamma Robert átti kioskina í Norðragøtu, sum við tíðini bleiv staðið, har fólk hittust í Gøtu. Eisini vit klaksvíkingar, sum  tíðum fóru til Serpugerði at hyggja at fótbólti. Her lærdi Robert fyrstu trinini um kundatænastu og rakstur. Mary legði stóran dent á at sonurin var fyrikomandi og smílandi ímóti viðskiftafólki, ið komu í kioskina. Eisini kravdi hon at hann var hampuliga klæddur til arbeiðis, tí tað hevði stóran týdning, at viðskiftafólkini ikki bara fingu góða tænastu, men eisini at tey kendu seg væl, tá ið tey vitjaðu kioskina.

Á eftirskúla í Mariager

Sum ungur gjørdi Robert 8. flokk lidnan í skúlanum í Fuglafirði. Fyri at finna seg sjálvan og standa á egnum beinum, avgjørdi hann at fara á kristiliga eftirskúlan í Mariager. Í samrøðu sigur Robert Thomsen við Norðlýsið, at eftirskúlin gav honum ótrúliga nógv. Eg tók 9. floks prógv har, men valdi at vera eitt ár meira, har eg millum annað valdi at lesa spanskt og mentan. Í hesum skúlaárinum fóru vit til Suður Ameriku, har vit vitjaðu skúlar og barnaheim í Brasilia, Argentina og Peru. Hetta var eitt sera stórt upplivilsi fyri meg og hevur heilt víst ment meg nógv sum persón á mínum yngru árum, sigur Robert.

Á Nyhavn 71

Robert velur eftir hetta at koma heim aftur, og fer á HF á Kambsdali í 98 og 99. Í 2000 velur hann at fara niður aftur at lesa. Í tí sambandi leitar hann sær eftir einum møguleika at vinna sær nøkur oyru til dagsins uppihald. Ein vinmaður hansara, sum arbeiðir tá á hotellinum Nyhavn 71 og sigur Roberti, at teir mangla ein morguntænara har á hotellinum. Hann søkir og fær starvið.

“Et helt unikt talent”

Hetta er byrjanin til ferðina upp til stjórastarvið í Arp-Hansen samtakinum, hjá framfýsna og vituga gøtumanninum. Robert ger seg skjótt kendan á hotellinum, og leiðslan sær stórar møguleikar í hesum unga manninum. Í eini grein í Berlinske Business fyri umleið 12 árum síðani segði táverandi samtaksstjórin Malena Friis, um Robert Thomsen , at hann “er et helt unikt talent”.

Akademimerkonom og MBA

Væl stuðlaður av leiðsluni í Arp-Hansen samtakinum, broytir Robert lestrarbreyt og fer at lesa akademi-merkonom og seinni MBA útbúgving. Frammanundan hevur hann lisið pedagogik og sálarfrøði.

Missir mammu sína

Í 2000 hendir nógv hjá unga gøtumanninum. Sum sagt, fer hann niður at lesa, men samstundis er mamma hansara, sum hann øll síni ár hevur verið sera tætt knýttur at, vorðin álvarsliga sjúk, og hon andaðist 28. august saman ár. Pápi Robert, Eyðfinnur Thomsen, situr so eftir sum einkjumaður. Hetta er eisini árið, har Robert byrjar í Asp-Hansen samtakinum, sjálvandi heilt niðri á gólvinum, sum tænari í Restaurant Pakhuskælderen á 71 Nyhavn hotellinum.

Tað gongur strúkandi

Hann verður skjótt reseptionistur, assist-erandi reception-stjóri og í 2005 gerst hann receptiónsstjóri og í 2008 stjóri á hotellinum bert 28 ára gamalur, seinni gerst hann stjóri fyri fleiri Arp-Hansen hotellir. Men síðani 2014 hevur hann verið stjóri á kenda Imperial Hotel.

Hotelketan, ið Robert nú skal vera við til at stýra frá ovastu rók, er samansett av 13 hotellum í Keypmannahavn og einum í Aarhus.

Abyrgd av rakstri og 1000 starvsfólkum

Arp-Hansen konsernin vil standa sterkari framyvir, tí var Malene Friis, sum segði tey rósandi orðini um Robert biðin um at fara, og Robert fekk hennara sess í felagnum. Robert fær ábyrgdina av rakstrinum av øllum hotellunum og harafturat er hann starvsfólkaleiðari. Umleið 1000 starvsfólk eru í samtakinum.

Avbjóðingin verður stór

Leiðslan í Arp-Hansen, ið setti Robert í starv segði við vinnublaðið STANDBY.dk, at samtakið vil standa sterkari í kappingini nú tey vænta harðari kapping komandi árini. Nógv nýggj hotell eru í gerð í Keypmannahavn og tey rokna við, at hetta fer at økja seingjaplássini í høvuðsstaðnum við umleið 50 prosentum. Í dag eigur Arp-Hansen umleið 4.350 hotellkømur í keypmannahavn og Aarhuus og í 2017 var umsetningurin 1,2 milliardir krónur við einum avlopi, aftaná skatt, upp á 286 milliónir.

Tá vit tosaðu við Robert  fyri viku síðani, segði hann okkum, at flestu hotell í Keypmannahavn reka ikki sjálvi restaurantvirksemið. Vit eru góðir til at selja kømur og veita tænastur í tí samanhangi. Restaurantvirksemið er eitt annað øki, sum vit í stóran mun hava valt at útlisitera, tó at vit í onkrum førum reka hetta virksemið eisini, tá vit meta at tað gagnar brandingini og samtakinum.

Í Betri í Klaksvík á Torradøgum

Nú tað verður tosað so nógv um møguleikarnar fyri einum hotelli afturat í Klaksvík, er tað sera viðkomandi at Robert Thomsen kemur higar á Torradøgunum at geva okkum eitt vet av kunning um hvussu nútíðar hotell á høgum støði verða rikin.

Her verður eitt gott høvi at nema sær kunning frá einum føroyingi, ið kennir til okkara viðurskifti og sum er ovast uppi í meldrinum á fremstu hotellvinnuni í Keypmannahavn.

Fyrilesturin verður sum sagt í Betri í dag, týsdagin 19. februar kl. 16.30

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…