Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dannebrogsmaðurin, framløga við Alfred Olsen

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  19.02.2019 - 09:37 Mentan Tíðindi

Dannebrogsmaðusin, Daniel Jacob Joensen, bóndi í Innistovu 14. januar 1795 – 12. november 1859 – giftist uppaftur við einkjuni eftir Nólsoyar Páll, Maren Malena Poulsen Nolsøe (fødd Joensdatter Ziska) 18. mai 1782 – 21. juni 1846.

Dannebrogsmaðurin var m.a. langabbi Jógvan. F. Kjølbro og bróðurin, Dáva úr Gerðum.

Alfred Olsen, fyyrrverandi tingmaður er ættarkønum, og kemur í hesi framløguni m.a. inn á lív hansara sum bóndi – bæði í Innistovu og seinni í Gerðum. Um virksemi hansara sum handilsmaður við “Handilin” úti í Klaksvík, sum traðarmaður.

Tá ið Daniel Jacob Joensen (Dannebrogmaðurin) hevur latið festini, millum annað hálvan garðin  Í Gerðum, til sonin, og hevur verið niðri í Danmark, í samband við at yngsti sonur hansara er liðugur at læra til bøkjara í 1844 søkir hann um at fáa Biscupstøe/Ziskatrøðna sum festitrøð til sín og sínar eftirkomarar.

Samskiftið við allar myndugleikar vísur, at Dannebrogmaðurin dugur væl at orða seg, dugur væl at umgangast fólk og dugur væl at argumentera fyri sínum sjónarmiðum. Hann dugur væl at síggja, hvat er neyðugt fyri at eitt húsarhald skal klára seg , t.d. at trøðin skal kunna føða 2 kýr bæði summar og vetur, hann má hava atgongd til 2-300 leypar av torvi, og hann má hava atgongd til sjógvin, má hava rætt til taran o.s.v.

Eisini dugur hann at halda fokus á málinum, sum hann hevur sett sær fyri og er treiskur nokk til at blíva við, til hann hevur fingið trøðna í 1851, sjálvt um hann fær avslag fleiri ferðir.

Alfred Olsen er søgufróður maður og dugur væl at siga frá – framløgan um Dannebrogsmannin verður í Smæruni,  týsdagin í Torravikuni.

 

Smæran - Týsdagin 19. februar kl. 15.00                      

Alfred Olsen, fyrrverandi løgtingslimur greiðir frá um Dannebrogsmannin

Kaffimunnur verður at fáa aftaná
 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…