Lýsing
Lýsing
Lýsing

Besta bretska Fish & Chips matstovan fær fisk frá Gadus

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.02.2019 - 10:51 Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Besta Fish & Chips matstovan í Stórabretlandi, Krispies Fish & Chips keypir størsta partin av fiskinum frá Gadus.

Krispies Fish & Chips er júst kosin besta Fish & Chips matstovan í Stórabretlandi til árliga Fish & Chips Awards, sum varð hildið í London í januar 2019. Fyri føroyingar er tað serliga áhugavert, at heiðursvinnarin fær tosk frá Gadus. Hetta breggjar Krispies sær eisini av á heimasíðu teirra, har tey vísa á, at fiskarávøra teirra verður fiska burðardygt í Barentshavinum.

Kelly Barnes frá Krispies sigur: “We have been using Gadus for over two years.  The standard and quality of the Cod overall has always been thoroughly consistent. Compared to other Cod fillets we have always found Gadus to be of a higher quality.  This is noticed by our customers, who love it. Feedback from our customers is that the Cod is tender, juicy with succulent flakes.”

Fyriskipararnir av kappingini greiða frá, at Krispies var støðugt munandi betri enn kappingarneytarnir yvir eitt tíðarskeið á átta mánaðir í 2018. Krispies verður rikin av parinum Tim og Kelly Barnes, sum hava havt sølubúðina í 20 ár.

Sambært bretska miðlinum The Independent hevur heiðurslønin áður tvífalda søluna hjá vinnarum mánaðarnar eftir heiðurslønahandanina. Heiðurslønin verður latin eftir nøkrum ávísum metingartreytum, sum eitt nú hvussu burðardygg fyritøkan er, nýskapan í matarskránni, evnini at nøkta serligar kosttørvir, kundatænasta og góðskan á matinum.

  Jógvan Hansen, sølustjóri í JFK Trol, er errin av at vera partur av vinnandi konseptinum í Stórabretlandi:

”Vit hava selt toskafløk frá Gadus til Krispies í fleiri ár. Tim og Kelly hava altíð givið okkum sera jaligar afturmeldingar upp á góðskuna, men nú hevur Stórabretland alt sum tað er fingið smakk fyri serstøku toskafløkunum og kipsinum! Tað kunnu vit sum framleiðari bert vera errin um. Hetta bar ikki til uttan okkara dugnaligu manning umborð á Gadus við drúgvum royndum í júst hesum fiskiskapi, har teir allatíðina leggja seg eftir at varðveita høgu góðskuna.”

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík