Lýsing
Lýsing

Forvitnislig framsýning í Smæruni

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  19.02.2019 - 13:16 Mentan Tíðindi

Upprunin til søvn at gomlum brúks amboðum, eru oftað áhugaðir privatpersónar, ið hava víst slíkum ans.

Í Klaksvík eru fleiri, ið hava tikið sær av ymiskum gomlum, bæði innan tekniska úrgerð á skrivstovum, umborð á skipum og heima í privatum húsum, har radio, band- og stálbandupptakarar og annað gott hava skrivað søgu. Nøkur slík fólk, fara at sýna fram í Smæruni á Torradøgunum.

Onki er, sum tað var fyrr, verður ofta sagt. Men í sýnisglugganum hjá Føroyabók í Vágstúni 2 er alt júst, sum tað var fyrr. Har er eitt fjølbroytt savn av gomlum skrivstovutólum- og lutum, sum er savnað síðan sekstiárini.

M.a. ein Swiss bókhaldsmaskina og fyrstu ABC 80 og 800 teldurnar frá Com-Data. Hølið er innrættað sum ein skrivstova í sjeytiárunum við teakmøblum og lutum frá tí tíðini.

Í samband við Torradagarnar verður eitt úrval av hesi framsýning at síggja í Smæruni, sum Victor Nielsen hevur savnað, har eitt lítið skrivstovuumhvørvi verður sett upp við nøkrum av tólunum og lutunum frá seksti-, sjeyti- og áttatiárunum.

 


Tekniska framsýning

Eisini hevur Poul Havn savnað til eina tekniska framsýning við gomlum útvarpstólum, plátuspælarum og samskiftistólum.

Talan er um gomul samskiftistól og tøkni, sum tað var. M.a. er radioið á sluppini Carlton frá 1939, ein Marconi móttakari frá 1941, spola bandupptakari frá 1950.

Gamli sendarinmav Kallanes, ekkolod og tól til samskifti eru at síggja. Nógv annað hjá Jógvan Zachariassen lækna og Dova í Trøllagili, sum vóru millum tey, ið fingu radio í Klaksvík.

Føroysku skipini hava eisini havt hópin av tekniskari útgerð umborð. Fyri stuttum kom ein sendari, ið einaferð hevði sína tíð umborð á einum Skálabergi aftur til Klaksvíkar. Hesin verður ímillum aðra skipstekniska útgerð til samskifti, at síggja í Smæruni.

Í hesum 100 ára fyrilestrinum verður tú boðin við á eina ferð, har Andras Sólstein og Gunnar Nolsøe - tíggjuáraskeið fyri tíggjuáraskeið - lýsa Klaksvíkar søgu soleiðis, sum tú ikki áður hevur fingið hana lýsta.

 

Hvar: Smæran

Týsdagin 19. februar kl. 15.00 í Smæruni hugleiðir Alfred Olsen um Dannebrogsmannin

Mikudagin 20. februar kl. 17.00 í Smæruni hugleiðir Jógvan Edmund á Geilini um Árant Úti á Bø í Svínoy

Hósdagin 21. februar kl. 15.00 í Smæruni hugleiðir Jonna Johannessen um tíðina í Føroyingahavnini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…