Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóhannes Jensen er mađurin handan stjørnurnar hjá KOKS u.v.

Heimasíðan hjá KOKS krasjaði

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.02.2019 - 13:58 Mentan Tíðindi

So stórur var áhugin fyri at bóka pláss á KOKS, at heimasíðan hjá matstovuni við Leynavatn krasjaði beint eftir at kunngjørt var, at Poul Andrias og tey høvdu fingið tvær Michelinstjørnur.

Ferðaskrivstovurnar munnu gníggja hendurnar, nú KOKS í gjárkvøldið vunnu tvær stjørnur. Í øllum førum tykist útlendski áhugin fyri at fáa borð Frammi við Gjónna at vera ovurstorur.

Jóhannes Jensen, stjóri fyri Gist og Vist, greiddi frá, at heimasíðan hjá KOKS krasjaði um sama mundið, tá greitt var, at tvær stjørnur fullu í teirra lut.

Tað var ein rørdur Jóhannes Jensen, sum Norðlýsið fekk orðið á, beint eftir handanina í Århus.

- Vit vistu av ongum. Vit høvdu als onga ábending fingið um hesa stórhending.

Eg eri snøkt sagt málleysur, men sjálvandi errin av mínum liðið. Poul Andrias og Karin Visth eiga allan heiðurin uppibornar, sum tey hava fingið í kvøld.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…