Lýsing
Lýsing
Lýsing

Robert í Betri

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  20.02.2019 - 16:04 Mentan Tíðindi

Sum partur av Toraskránni var ein framløga í Betri við gøtumanninum Robert Thomsen, ið byrjaði í kioskini hjá mammu síni sum ungur, og fór av tilvild at læra til tænara og endaði sum ein av stjórunum á størstu Hotellketuni í Danmark, Arp-Hansen Hotel Group.

Í Klaksvík hevur verið tosað um møguleikan kanska at byggja hotell í miðbýnum, tí hevði henda framløgan eisini áhuga her. Eisini liggja í løtuni tekningar á borðinum í Tórshavn fyri tveimum hotellum, sum skulu hýsa eini 300 sengrum.

38 ára gamli Robert Thomsen úr Norðragøtu hevur verið eitt rættuligt stjørnuskot innan hotellvirksemið í Keypmannahavn. Úr Gøtu hevur hann helst eisini fingið eina góða byrjan. Mary, mamma Robert átti kioskina í Norðragøtu, sum við tíðini bleiv staðið, har fólk hittust í Gøtu fyri árum síðan.

Her lærdi Robert fyrstu trinini um kundatænastu og rakstur. Mary legði stóran dent á, at sonurin var fyrikomandi og smílandi ímóti viðskiftafólki, ið komu í kioskina. Eisini kravdi hon, at hann var hampuliga klæddur til arbeiðis, tí tað hevði stóran týdning, at viðskiftafólkini ikki bara fingu góða tænastu, men eisini at tey kendu seg væl, tá tey vitjaðu í kioskina.

So við hesum barnalærdóminum um at vera siðiligur, fyrikomandi og hampuligur fór Robert út í heim, og sitir nú á ovastu rók í fyritøkuni, Arp-Hansen Hotel Group í København, sum í dag hevur 4.350 kømrum, 800 starvsfólk og væl omanfyri milliardina í umsetingi.

Hetta hevur kravt mót og førleika at satsa, samstundis at lesa av marknaðin og rákið innan ferðavinnuna. Robert kom nógv inn á ymisk hagtøl, sum hann eisini samanbar við ferða- og hotellvinnuna í Føroyum - við kømrum og ferðamynstri, sum eru broyting.

Robert kom eisini inn á, hvussu neyðugt tað er millum starvsfólkini at kenna seg væl og kenna seg sum part av eini “familju”, ið er kring hotellið, tey arbeiða á - 13 hotell eru í hotellketuni Arp-Hansen. Tí hevði starvsfólkarøkt og trivnaður nógv at siga fyri tey. Av somu grund eru starvsfólkini við til at áseta virðirgrundarlagið fyri Hotellketuna.

Hotellvinnan hevur støðugt voksið og tað vísir seg, at hvørjaferð, hotellini og kømruni leggjast til, fer kostnaðurin eitt vet niður í styttri skeið, men so stabiliserar vinnan seg aftur og kostnaðurin fer uppaftur – og sama ger eftirspurningurin.

Ein sera spennandi framløga, sum m.a. vísir, at vit ikki nýtast at óttast eina øking i hotellkømrunum í Førouym. Tó er eftirspurningurin í Føroyum kanska í so stórur í summarhálvuni í mun til um veturin, har eftirspurningurin er meira javnur alt árið í t.d. Danmark. Hetta er ein avbjóðing í Føroyum, at longja “ferðavinnuárið“.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund